43fb4f3a7756c1bd68c88d9bea4876c5.gif
Skriva út
Lagt út: 03.05.2010

Norðurlendskt innovatiónssentur innan fólkaheilsu


Tann konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum hevur skotið upp at seta á stovn eitt norðurlendskt innovatiónssentur innan fólkaheilsu. Ætlanin er at vínnulív, tey ymisku økini í norðurlondum og teirra stovnar skulu standa saman um hesa ætlan. Endamálið við ætlanini er, at norðurlond skulu brynja seg til at møta avbjóðingunum, sum sjúkahúsverkið stendur yvirfyri tey komandi árini – eitt nú eitt vaksandi tal av eldri íbúgvum og trupulleikum við lívsstílssjúkum.

Avbjóðingarnar fyri norðurlond eru í stóran mun tær somu: vaksandi tal av eldri íbúgvum, trupulleikin við at øktum tali av børnum, ið eru ov feit og økt nýtsla av heilivági. Virksemið í einum nýggjum innovatiónssentri innan fólkaheilsu skal miða eftir at skapa hægri effektivitet og økja um dygdina á viðgerðini bæði í mun til sjúklingar og starvsfólk.

Eftir ætlan skal nýggja innovatiónssentrið liggja við Nordiska Högskolan för Folkhälsovetenskap í Gøteborg, sum longu hevur drúgvar royndir við gransking og frálæru á økinum.

Uppskotið verður nú latið Norðurlandaráðnum, sum formelt heitir á Ráðharraráðið um at lýsa fortreytirnar fyri einum norðurlendskum innovatiónssentri innan fólkaheilsu. Uppskotið skal fyrst viðgerast av vælferðarnevndini hjá Norðurlandaráðnum.

Les uppskotið her.