Arktis Nordforsk
Skriva út
Lagt út: 06.12.2023

Norðurlendskt átak um Arktis er ávegis

NordForsk hevur kunngjørt, at eitt stórt átak um gransking í burðardyggari menning av Arktis er ávegis.

Í hesi undanfráboðanin verður sagt, at ætlanin er at lýsa eftir umsóknum frá umleið miðjum februar.

Samlaða fíggjarætlanin er mett at liggja um 190 milliónir NOK. Átakið er fíggjað við 2/3 frá limalondunum í NordForsk og 1/3 av játtannini hjá NordForsk.

Granskingarráðið hevur vegna Føroyar boðað frá, at Føroyar eru við í hesum átakinum, treytað av, at fíggjarlógin fyri 2024 verður samtykt.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar verða við við egnari fígging, eftir at Føroya fingu limaskap í NordForsk 1. januar 2023. Tað gevur føroyskum umsøkjarum atgongd at søkja stuðul á jøvnum føti við umsøkjarar í hinum norðurlondunum.

Tær nærri treytirnar verða lýstar, tá lýst verður formliga í februar, men tað er longu nú greitt, at umsøkjarar úr teimum norðurlondum, sum eru við, kunnu verða verkætlanarleiðarar ella verkætlanarpartar. Sum vant hjá NordForsk skulu luttakarar úr minst 3 londum vera við.

Eru spurningar um hendan møguleikan ella føroyska leiklutin í NordForsk ber til at venda sær til Anniku Sølvará, sum er limur í styrinum fyri NordForsk vegna Føroyar.

Les fráboðanina her

Mynd: Jens Worm Begtrup