Harvard University
Skriva út
Lagt út: 04.04.2025

Norðurlendskir ráðharrar stúra fyri granskingarsamstarvi við USA

Landsstýrismaðurin í granskingar- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, luttók í vikuni á einum fundi fyri ráðharrar úr øllum Norðurlondum um støðuna hjá USA mótvegis gransking.

Norski granskingarmálaráðharrin, Sigrun Aasland, tók stig til fundin. Hon er sera stúrin um gongdina í USA, sum er mest týðandi samstarvsfelagin hjá norskum granskingarstovnum. Hon óttast serliga fyri, at norskir granskarar kunnu missa atgongd til stórar goymslur av granskingardátum, sum eru goymdar í USA.

Uppsagnir og skerdar játtanir

Eftir at Donald Trump tók við sum forseti í USA í januar, eru nógvar granskingardátur og vísindaligar greinar tiknar burtur frá almennum netsíðum. Granskingarstovnar sum Harvard University eru farnir undir stórarbeiði við at taka niður og goyma dátur í óheftum goymslum. 

Nærum helvtin av starvsfólkunum í amerikanska Útbúgvingarstýrinum eru uppsøgd, ein játtan uppá 4,3 milliardir kr. til Columbia Universitety er steðgað, og Harvard University er givið at seta fólk í starv sum avleiðing av ávaringini frá Trump stjórnini um, at fleiri játtanir fara at verða skerdar. Eisini eru royndir gjørdar at steðga gransking og øðrum virksemi í mun til margfeldi og inklusjón. 

Kortleggja vandar fyri gransking

Granskingarstovnar og Granskingarráðið í Noregi eru farin undir at kortleggja verkætlanir, sum eru í vanda fyri at verða raktar av tí, ið hendir í USA. 

Eisini í hinum Norðanlondunum eru granskingarráðini farin at kanna, hvørja ávirkan støðan í USA hevur á granskingina í londunum. Í Føroyum hevur Granskingarráðið spurt granskingarstovnarnar, hvussu støðan í USA kann ávirka føroyska granskingarumhvørvið. 

Niðurstøðan er, at hetta kann raka føroyska gransking á sama hátt, sum øll onnur lond. Tað er sannlíkt serliga á veðurlagsøkinum og heilsuøkinum, har vit hava mest samstarv, at ávirkanin kann merkjast.

Fleiri føroyskir granskingarstovnar samstarva við USA um verkætlanir og umsóknir og geva út greinar og deila dátur í amerikanskum dátugrunnum.

Á føroyska vísindaportalinum Pure.fo eru fleiri enn 160 ymiskar greinar við føroyskum granskarum, ið eru givnar út í amerikanskum tíðarritum. 

Á netfundinum mikudagin vóru granskingarmálaráðharrarnir úr Noregi, Svøríki, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Føroyum á einum máli um, at stórur tørvur er á samstarvi, nú støðan hjá USA mótvegis gransking broytist, og at Norðurlond mugu standa saman um at verja granskingarfrælsið. 

Les meira í grein í norska vísindablaðnum Khrono her