Norðurlendski framtíðarskúlin
Hvønn gerandisdag ynskja vit, at børn okkara skulu hava í skúlanum? Politisku flokkarnir í norðurlondum hava nógvar tankar og ætlanir um framtíðarinar skúla. Ein nýggj norðurlendsk granskingarskrá, sum kallast ”Education for Tomorrow”, skal seta granskingarverkætlanir í gongd, sum kunnu skapa grundarlag fyri politiskari handlikraft innan útbúgvingarverkið.
NordForsk fer í næstum at kunngera evnini og treytirnar fyri at søkja stuðul frá nýstovnaðu granskingarskránni, sum hevur ein samlaðan fíggjarkarm uppá 75 mió NOK.
Høvuðsendamálið við granskingarskránni er at styrkja útbúgvingargransking, at geva íkast til menningina av vitanargrundaðum strategium/politikki í útbúgvingarverkinum og at kunna um úrslitini í breiðum høpi.
Tað eru granskingarráðini í Danmark, Finlandi, Íslandi, Noergi og Svøríki, Norðurlendska Ráðharraráðið og NordForsk, sum samstarva um nýggju granskingarskránna, og NordForsk umsitur stuðulin.
Tað er longu nu greitt, at talan verður um útboð í tveimum umførum. Tvey útboð verða kunngjørd seint í mars við umsóknarfreist 15. mai 2012. Eitt útboð verður kunngjørt seint í september við umsóknarfreist 6. november 2012. Til ber at lesa um ymsu evnini her. Neyvari kunning um útboðini verður løgd í kalendaran á gransking.fo, so hvørt útboðini vera almannakunngjørd.
Les um granskinagrskránna "Education For Tomorrow" á heimasíðuni hjá NordForsk.