a75ee074ea031433d1dd24161973d4a5.jpg
Skriva út
Lagt út: 20.10.2010

Norðurlendsk játtan til gransking á Havstovuni og Náttúruvísindadeildini

Ein nevnd undir Norðurlandaráðnum hevur gjørt av at játta pening til norðurlendskt granskingarsamstarv um hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar hava á tosk. Føroyskir granskarar eru við í hesum samstarvi.

Peningurin er játtaður frá arbeiðsskránni Effect studies and adaptation to climate change, sum er ein arbeiðsskrá undir Topforskningsinitiativet for klima, miljø og energi.

Talan er um játtan til netverk undir leiðslu av Nils Christian Stenseth, professara við lívfrøðideildina á Oslo Universitet. Heitið á netverkinum er: NCoE Nordic Centre for the Study of Climate Change Effects on Marine Ecosystems and Resource Economics .

Hetta granskingarsamstarvið skal byrja í 2011 og vara í 5 ár. Føroyskir luttakarar eru Eyðfinn Magnussen, Náttúruvísindadeildin og Petur Steingrund, Havstovan. Ein PhD verkætlan í Føroyum verður partur av norðurlendska samstarvinum. Hendan PhD-verkætlanin byrjar væntandi miðskeiðis í 2012. Samanlagt eru játtaðar 32 mill norskar krónur til arbeiðið, harav tann føroyski parturin er 2.6 milliónir.

Topforskningsivitiativet for klima, miljø og energi er eitt felags átak, sum stjórnarleiðarnir í  Norðurlondum hava tikið stig til. TFI er størsta felags norðurlendska raðfestingin av gransking og menning higartil, tilsamans eru 400 mió kr tøkar til seks undiirøkir.. Umframt at verða við til at loysa alheims veðurlags hóttanina, so skal tiltakið styrkja norðurlond, sum eina økiseind innan gransking og menning. Les meira um TFI her