Norðmenn økja játtanir til granskingaramboð
Í Norra verður nógv orka og nógvur peningur settir av til at menna undirstøðukervið innan gransking. Tað sama síggja vit eisini í øðrum pørtum av heiminum. Hetta verður gjørt, tí tað verður mett at hava stóran týdning at hava góð og munadygg amboð fyri at útinna gransking á eini dygdargóðan og munadyggan hátt.
Í Norra hava granskingarumhvørvini í fleiri ár víst á tørvin á nýggjari, framkomnum og lætt atkomiligum amboðum. Tað sama hava vit eisini sæð í Føroyum, har m.a. granskarapark og havrannsóknarskip hava verið ovarlaga á ynskilistanum í fleiri ár.
- Nógvir av okkara granskingarstovnum hava stóran tørv á amboðum. Granskingarráðið skal virka fyri at bøta um hendan tørvin. Við átakinum ‘Nasjonal satsing på forskningsinfrastruktur’ hava vit játtað góðar 500 mio. kr. í heyst og í vár. Harafturat koma 400 mio. kr. sum vóru lýstar leysar í juni, við umsóknarfreist tann 13. oktober, greiðir Anders Hanneborg frá Norska granskingarráðnum í blaðnum Forskning.
Fyri nøkrum fáum árum síðani hevði norska granskingarráðið einans nakrar fáa tíggjutals milliónir til granskingarútgerð árliga. So nýggja átikið styrkir munandi um undistøðukervið innan granskingina í Norra. Hóast ætlanin er at tað árliga skulu játtast 300 mio. kr., í árunum 2009 til 2018 (2,8 mia), so vónar Anders Hanneborg, at náa upp ímóti 800 mio. árliga.
Peningurin verður játtaður eftir einum kappingarprinsippi, har stovnar lata inn umsókn. Talan er í stóran mun um granskingarútgerð, sum hevur nationalan áhuga. Hóast útgerðin vanliga er staðsett á einum ávísum staði ella á heilt fáum plássum, so er tað týdningarmikið, at onnur granskingarumhvørvi hava møguleika at brúka útgerðina, sigur Anders Hanneborg.
Ein av játtanunum í ár hevur verið brúkt til at keypa seks ‘hav-robottar’, sum ‘flúgva’ ígjøgnum havi og kunnu fara niður á 1000 m. Norsku granskingarumhvørvini innan hav og umhvørvið hava við hesi játtanini fingið nýggjar møguleikar at granska innan veðurlag, umhvørvi og vistskipanum. Tað er Universitetið í Bergen, sum hevur ábyrgdina av útgerðini, men onnur granskingarumhvørvi kunnu eisini fáa gagn av útgerðini.
Norska granskingarráðið hevur júst útgivið eitt roadmap fyri granskingar undirstøðukervið.