7bd55be8c09c74331edccba4143aa844.JPG
Skriva út
Lagt út: 29.11.2013

NordForsk magasin 2013 um norðurlendska gransking

Árliga magasinið hjá NordForsk er júst komið og er á tremur við tíðindum um gransking í norðurlondum
Nógv tilfar er um arktiska gransking, har NordForsk fer at seta granskingarátøk í verk í næstum

Eisini er grein um nýggja granskingarátakið á heilsu og vælferðarøkinum, sum NordForsk setur í gongd nú, hvørs endamál er ar økja kunnleikan um heilsu og vælferð í norðurlondum. Átakið fevnir sera breitt. Fyrstu tvey satsingsøkini verða: "Ójavnt býti av heilsu og vælferð" og "Brúkaradrivin nýskapan á heilsuøkinum".  Fleiri øki koma seinni.

Greinir eru um granskingarátakið "Education for Tomorrow", har seks tvørfakligar verkætlanir og eitt Nordic Centre of Exellence eru farin til verka. Fíggjarætlanin fyri 2012-2016 er umleið 75 mió norskar krónur.

Onnur evni í magasininum eru Open Access politikkur og evropiskt granskingarsamstarv.

Magasinið kann lesast á internetinum bæði á skandinaviskum og á enskum

Skandinavisk útgáva

Ensk útgáva
 
Um NordForsk
NordForsk er stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum , sum fíggjar norðurlendskt granskingarsamstarv og ráðgevur um og kemur við innspølum til norðurlendskan granskingarpolitikk.

Føroyar eru við í NordForsk samstarvinum. Ynskjast fleiri upplýsingar ber til at vitja NordForsk.org ella at seta seg í sambandi við Anniku Sølvará, eygleiðara fyri Føroyar í NordForsk, á annika@gransking.fo ella tel. 567803.