NordForsk bjóðar stuðul til gransking um krepputilbúgving
Yvirskipaða endamálið við útboðnum er at stuðla granskingarsamstørvum, ið kunnu útvega breiða vitan, sum kann styrkja tilbúgving og mótstøðuføri fyri framtíðar kreppum í Norðurlondum.
NordForsk - granskingarstovnurin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum - hevur latið upp eitt granskingarútboð um krepputilbúgving.
Yvirskipaða endamálið við útboðnum er at stuðla granskingarsamstørvum, ið kunnu útvega breiða vitan, sum kann styrkja tilbúgving og mótstøðuføri fyri framtíðar kreppum í Norðurlondum.
Stórar broytingar henda í heiminum í hesum árum, sum gera tað alneyðugt eisini hjá Norðurlondum at vera fyrireikaði til avleiðingar, sum kunnu standast av spentari trygdarstøðu, veðurlagskreppu, búskaparligum ótryggleika, kollveltandi tøkniligum broytingum og villleiðandi kunning.
NordForsk hevur tí gjørt av at bjóða út 13,5 mill. kr. til samstarvsverkætlanir, ið kunnu útvega vitan um framtíðar krepputilbúgving. Hvørt granskingartoymi kann søkja um upp til 1,9 mill. kr. frá NordForsk og skal útvega tvær ferðir so stóra upphædd í eginfígging ella frá øðrum fíggingarkeldum.
Tað skulu vera luttakarar úr minst trimum londum við. Lutttakarar úr Føroyum kunnu søkja á jøvnum føti við hini Norðurlondini.
Freistin at søkja um stuðul frá granskingarútboðnum er 5. september 2024.
Útboðið frá NordForsk um stuðul til granskingarsamstørv um krepputilbúgving sæst her.
Mynd: Kim Atle Kleven