Fleiri svensk universitetum stuðla ukrainskum granskarum, millum annað við at lata teir brúka hølir og útgerð á rannsóknarstovum.
Europeiska Granskingarráðið (ERC) hevur heitt á granskarar, ið fáa stuðul frá ES, um at bjóða granskarum úr Ukraina arbeiði. Fleiri granskarar í Svøríki hava nú boðið ukrainskum granskarum samstarv.
Svenska Granskingarráðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir stuðulsátøk fyri ukrainskar granskarar í Svøríki, ið sæst her.
Universitet lata dyrnar upp
Í Danmark hevur Granskingargrunnurin hjá Aarhus Universiteti latið eina serstaka játtan uppá 10 milliónir kr. til ukrainskar granskarar, so teir kunnu halda fram við gransking sínari í Aarhus í upp til eitt ár.
- Samstarv tvørtur um vísindagreinir og landamørk er eitt av aðalmálum okkara, og tað verður í løtuni hótt av russiska álopinum á Ukraina. Við at hjálpa granskarum at halda fram við gransking teirra á Aarhus Universiteti, hjálpa vit ikki bert menniskjum í neyð, men vit verja eisini frælsi til samstarv í framtíðini, sigur Søren Rud Keiding, professari og stjóri fyri Aarhus Institute of Advanced Studies.
Umframt granskingarstuðul í eitt ár fáa ukrainskir granskarar, ið koma til Aarhus, hjálp til at seta búgv og atgongd til eitt altjóða tvørfakligt granskingarumhvørvi, har teir í friði kunnu hugsavna seg um sína gransking.
Les meira um átakið hjá Aarhus Universiteti her.
Í Noregi letur eisini Oslo Universitet stuðul til granskarar, ið rýma undan krígnum í Ukraina. Ukrainskir granskarar kunnu í styttri tíðarskeið fáa stuðul til at halda fram við sínum arbeiði í Noregi.
Les meira um átakið hjá Oslo Universiteti her.