37377928534598312dc3b25983fce0d3.gif
Skriva út
Lagt út: 04.09.2009

NORA lýsir eftir umsóknum


Norrønt atlanssamstarv (NORA) lýsir nú eftir umsóknum til seinnu umsóknarfreistina í ár. Umsóknarfreistin er 5. oktober 2009.

NORA virkar fyri at styrkja samstarvið í økinum, so at Norðuratlantshavið verður eitt sterkt økið í Norðurlondum, eyðkent av góðari, burðardyggari og fíggjarligari menning. Hetta verður millum annað gjørt við at styrkja samstarvið millum vinnufyritøkur og granskingar- og menningarstovnar í teimum fýra NORA londunum.

Umsóknir innan hesi fýra raðfestu økini verða móttiknar:

  • Tilfeingi í havinum

  • Ferðavinna

  • Kunningar- og samskiftistøkni

  • Transport

Umsóknir sum fella uttanfyri hesi øki kunnu tó eisini fáa stuðul.

NORA leggur í 2009 dent á samstarv við Norðuratlantisku grannastjóðirnar, og eggjar til umsóknir við luttakarum frá Canada eins og frá teimum skotsku oyggjunum.

Les meir á www.nora.fo