24d1313ef8f7292235b953fef6a3447c.jpg
Skriva út
Lagt út: 21.11.2013

Nógvir spurningar svaraðir á kunningarfundi

Hósmorgunin 21. november skipaðu Granskingarráðið og Ph.d.-spírar  á Fróðskaparsetrinum fyri kunningarfundi um møguleikar at fáa stuðul til ph.d.verkætlanir úr Granskingargrunninum.

Kári á Rógvi,  sum umboðaði Ph.d.-spírarnar, bjóðaði vælkomin og fortaldi um endamálið við Ph.d.spírunum,

Síðani hevði Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, eina framløgu við heitium: Stuðul til granskimg - Granskingargrunnurin - Møguleikar, krøv og mannagongd.

Aftaná framløguna var møguleiki at seta spurningar og hetta gjørdi fleiri av teimum umleið 20 fólkunum, sum vóru møtt til tiltakið.

Tiltakið var stroymað og er nú tøkt á Youtube rásini hjá Granskingarráðnum.

Til ber eisini at síggja PP framløguna her .

Tey, sum ynskja at søkja stuðul til gransking, kunnu finna lýsing og slóð til umsóknarblað, formligar reglur, og vegleiðing her