Nógvar vitjanir á Jobmatch
Granskingarráðið var við á Jobmatch í Norðurlandahúsinum í gjár. Fyriskipararnir siga í dag, at næstan 500 vitjandi vóru, sum er gott, serliga í mun til vána veðrið sum var.
Vit í Granskingarráðnum høvdu heilt nógvar vitjanir á bási okkara. Nøkur spurdu leysliga um, hvat vit gera og um arbeiðsmøguleikar framyvir. Fleiri spurdu um stuðulsmøguleikar til granskingarverkætlanir, serliga til ph.d.lestur. Vit høvdu eisini fleiri jobprát ella samrøður um møguleikar og krøv fyri at kunna fáa stuðul til ítøkiligar verkætlanir. Nakrar avtalur vóru gjørdar um fundir í komandi viku.
Til framløguna um stuðulsmøguleikar, sum Annika Sølvará helt í Norðurstovu, vóru gott 30 fólk og lurtaðu. Framløgan sæst her
Freistin at søkja stuðul í 2017 er 15. februar kl. 12. Lýsing og kunning um hetta er her
Um tú ynskir eitt prát um eina verkætlan, sum tú umhugsar at søkja stuðul til, kanst tú annaðhvørt ringja til okkara á 567800 ella skriva til gransking@gransking.fo