ea0d4f0ddebc44e310a86807b9d8c81f.png
Skriva út
Lagt út: 08.11.2011

Nógv góð hugskot til satsingsøki komin fram

Granskingarráðið bjóðaði herfyri granskingarstovnum, vinnu og øðrum áhugaðum at koma við hugskotum til, hvørji granskingarøki vit eiga at satsa uppá komandi árini. Áhugin fyri málinum hevur verið rættiliga stórur. Tá freistin var úti í gjár, vóru næstan 40 tilmæli komin. Hugskotini eru serliga komin frá granskingarstovnum, men eisini eru onkur uppskot komin frá vinnufyritøkum.

Vit eru sera fegin um, at tað er komið so nógv og gott tilfar. Tað spennir víða, frá tí, sum vit frammanundan duga væl og eru sterk í, til økir, har mett verður, at vit hava góðar møguleikar at menna nýggja vitan og vinnu.

Granskingarnevndin fer at viðgera innkomna tilfarið á fundi fyrst í komandi viku. Um onkur enn situr við einum hugskoti, sum átti at komið við, ber til at senda okkum tað við telduposti til gransking@gransking.fo  

Les áheitanina, sum varð send út 20. oktober 2011.