d69e6479490f09b5cb80e649a6b46d7e.gif
Skriva út
Lagt út: 23.01.2009

Nógv fólk til kunning um altjóða stuðul til gransking og menning


NORA og Granskingarráðið skipaðu í gjár fyri kunningarfundi um altjóða stuðul til gransking og menning í Miðlahúsinum. Nógv fólk møtti til tiltakið.

Framløgur vóru um tríggjar ymiskar stuðulsskipanir: Nora, NPP og FP7. Tað vóru teir tríggir Lars Thorsturp, stjóri á NORA, Niclas Forsling, leiðari á NPP skrivstovuni í Keypmannahavn og John D. Olsen, føroyskt NCP-umboð sum greiddu frá.

Eftir framløgurnar var høvi at spyrja spurnginar um teir einstøku skipanirnar og fáa ein kopp av kaffi.

Framløgurnar eru tøkar her:

Lars Thorstrup: NORA.pdf(67 KB)

Niclas Forsling: npp.pdf(931 KB)

John D. Olsen: fp7.pdf(435 KB)