Níggju verkætlanir fingið stuðul til gransking
Níggju verkætlanir hava fingið tilsamans góðar 8 mió. kr. í stuðli frá Granskingarráðnum.
Íalt 32 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um slakar 25 mió. kr. Játtanarparturin er um 30%. Helmingurin av játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir.
Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.
7,5 mió. kr. vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár. Játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur.
Stuðul er latin til hesar verkætlanir:
Knút Háberg Eysturstein: "Hugtakið um tað føroyska í tónleikaútbúgving - tingingar um samleika og siðvenjufatanir" - Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.006.554
Heidi S. Mortensen: "Æðrakálking og hjartasjúkdómalæra av aldum laksi í Føroyum" - Ph.d. verkætlan á Fiskaaling - kr. 994.411
Jens Chr. Svabo Justinussen: "Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID-19 farsóttini í Føroyum - ein djúpdarkanning av kreppuleiðslu og skipan í kommunala geiranum" - Ph.d. verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.094.580
Torstein D. H. Balle: "Sniðgeving av hitaskipanum til sethús, sum vísir bestu nýtslu av varandi orku og evni at virka eftir treytum, ið føroyska orkuskipanin ásetir" - Ph.d. verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 861.005
Maria Skaalum Petersen: "Føroyskir innflytarar í Danmark – sosial og heilsulig perspektiv" - Verkætlan á Deplinum fyri Heilsugransking á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 998.076
May-Britt Skoradal: "Kropslig venjing og kostbroytingar sum viðgerð av typu 2 diabetes" - Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 660.000
Agnes-Katharina Kreiling: "Broytingar í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum" - Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 975.837
Jónrit Halling: "FarGen-PGx: Samanrenningin millum ílegur og ymisk sløg av heilivági í føroysku populatiónuni" - Verkætlan á Ílegusavninum og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya" - kr. 435.770
Sunnvør í Kongsstovu: "Startskotið til genomatlasið fyri føroyska vistfrøði" - Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.030.072