Nicolina Maria Ovadóttir vart høvuðsritgerð á iNOVA
Hósdagin 11. mai vardi Nicolina Maria Ovadóttir høvuðsritgerð sína um PDE8A og sambandið við tarmbruna og –krabba. Hon hevur nú lokið prógv sum cand.scient. í Medicinal Biology and Molecular Biology frá Roskilde Universitet.
Nicolina Maria Ovadóttir hevur í sambandi við høvuðsritgerðina arbeitt saman við Amandu G. Vang í granskingarverkætlanini: ”Ein preklinisk kanning av Fosfodiesterase 8A sum eitt terapeutiskt mál í tarmbrunasjúkum”, sum er stuðlað úr Granskingargrunninum.
Amanda G. Vang er verkætlanarleiðari, meðan Maciej Kaminski og Kári Rubek Nielsen eru kliniskir ábyrgdarhavar.
Ritgerðin kallast: Localization of PDE8A in Human Ulcerative Colitis and Colorectal Cancer
Innanhýsis vegleiðari var Jesper Troelsen, professari á Institut for Naturvidenskab og Miljø á Roskilde Universitet. Amanda G. Vang var vegleiðari í sambandi við høvuðsuppgávuna.
Magni Mohr, lektari og leiðari fyri Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking, var próvdómari til verjuna, sum var á iNOVA.
Mynd: iNOVA