0c9c61277b7bae6a2bb944fb240555bf.jpg
Skriva út
Lagt út: 20.01.2010

Neyvari tíðarfesting av deyðahavsrullum


Eftir tíggju ár við intensivum starvsstovuarbeiði er tað eydnast donskum evnafrøðingi at menna ein nýggjan hátt, sum við enn størri neyvleika kann tíðarfesta deyðahavsrullurnar.

Tá deyðahavsrullurnar vóru funnar í 50’unum, vóru tær sera truplar at lesa, m.a. tí tær vóru rullaðar saman og vóru stívar. Hesin trupulleikin var loystur við at javna tær út við plantuolju, sum tíanverri hevði tað skaðiligu ávirkan, at trupult var at tíðarfesta tær neyvt við sokallaða kolstof-14 háttinum.

Saman við einum altjóða liði av granskarum hevur fornevnafrøðingurin, danin, Kaare Lund Rasmussen á Syddansk Universitet, funnið ein nýggjan hátt, ið ger tað møguligt, at reinsa alla oljuna úr pergamentinum uttan at oyðileggja rullurnar. Tískil er tað møgulig fyri fyrstu ferð, at tíðarfesta rullurnar neyvt innan ± 25 ár.

Kaare Lund Rasmussen, sigur við videnskab.dk, at teir í meir enn í tíggju ár hava víst á, at tað var høpisleyst at tíðarfesta fleiri deyðahavsrullur, áðrenn ein háttur var kendur, sum kundi fáa oljuna úr pergamentinum. Nú er ein slíkur háttur funnin.

Deyðahavsrullurnar eru jødiskar hondskrivaðar skriftir, sum vóru funnar í ellivu holum í oyðimørkini norðanfyri Deyðahavið í árunum 1947-1956.

Metingar við støði í skriviháttinum vísa, at tekstirnir stava frá umleið ár 200 f. Kr. til 100 e. Kr.

Keldur: videnskab.dk & jp.dk