5df5773c1297e8a8e8b937701188b8bb.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.06.2014

NCU veitir stuðul til gransking á krabbameinsøkinum

Norðurlendski krabbameinsfelagsskapurin NCU tekur nú ímóti umsóknum til stuðul til granskingarverkætlanir.

Norðurlendski krabbameinsfelagsskapurin NCU veitir fíggjarligan stuðul til verkætlanir, ið stimbra samstarv í granskingini av krabbameini í norðurlendsku londunum. Ein treyt er, at verkætlanin fevnir um granskarar, sum arbeiða í tveimum ella fleiri norðurlendskum londum.

Granskingarverkætlanin má vera á krabbameinsøkinum og hóska serliga væl til íverksetan í norðurlondum og skal økja um samstarvið.

Stuðul verður bert veittur til granskingarverkætlanir, sum fylgja leiðreglunum í nýggju granskingarstregiini hjá NCU. Nýggja granskingarstrategiin varð samtykt av nevndini í norðurlendska krabbameinsfelagsskapinum NCU tann 26. mai í 2014. NCU granskingarstuðul verður bert latin fyri eitt ár í senn. Er neyðugt við longri stuðli, má nýggj umsókn gerast fyri hvørt árið. Sum meginregla kann umsókn bert endurnýggjast tvær ferðir. Ein verkætlan kann bert fáa stuðul frá NCU í trý ár.

Vitja heimasiðuna hjá NCU fyri at fáa fleiri upplýsingar.

Umsóknarfreistin fyri umsóknir í ár er mánadagin 1. september, 2014, kl. 13.00 norska tíð.

Vinarliga les “Guidelines for NCU Research Grant Proposals and Allocations 2014” áðrenn tú søkir verkætlanarstðul. Gev gætur, at tikið verður bert ímóti umsóknum, ið verða latnar umvegis “web portal” hjá NCU.

Eru spurningar, ber til at skriva til: ncu@kreftforeningen.no