Navnið verður Horizon Europe
Rammuskráin hjá ES Kommissiónini fyri árini 2021-2027 hevur fingið heitið Horizon Europe.
Rammuskráin avloysir Horizon 2020 og kemur eisini at fevna um gransking, menning og nýskapan.
Tað er ES kommisserurin Carlos Moedas, sum hevur avgjørt navnið á níggjundu rammuskránni. Um valið av navni sigur Moedas, at tað er ringt at yvirmeta týdningin av navninum. Horizon Europe vísir vón og væntan, og er fyrsta stigið á leiðini inn í framtíðina.
Horizon gongur aftur, tí tað borgar fyri góðsku. Horizon 2020 er nú eitt heimsbrand við greiðum boðskapi um "excellence" og hevur umdømi sum leiðandi innan gransking, menning og nýskapan.
Europe vísir, at ES Kommissiónin er nøgd og errin um gongdina og at Evropa gongur á odda.
Samanumtikið vísir Horizon Europe, at framtíðin byggir á tað, sum er avrikað í Horizon 2020.
Les meira um Horizon Europe her
Horizon Europe rammuskráin verður nú viðgjørd í ES skipanini. Fíggjarætlanin varð kunngjørd fyrst í mai og vísti, at ætlanin er at nýta 100 mia evrur til gransking, menning og nýskapan árini 2021-2027.
Tíðarritið Science Business hevur hugt nærri at fíggjarætlanini hjá ES og hvussu stór fíggjarætlanin til Horizon Europe í veruleikanum er. Les greinina her
Les meira um gongdina við at samtykkja Horizon Europe og leita fram skjøl og kanningar, sum eru grundarlagið undir Horizon Europe her