Havhestur g.nordoy-flickr.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.07.2020

Nátasjúka stavar frá suðuramerikanskum pappageykum

Deyðir papageykar, ið vórðu tveittir fyri borð av skipum ávegis frá Argentina til Europa, elvdu til nátasjúku-farsótt í Føroyum í 1930unum.

Granskarar úr fleiri londum, teirramillum Helen Wang, Bjørn Hermann og Jens-Kjeld Jensen, eru komnir eftir, at arvaligt samband er millum føroyskan havhest og suðuramerikanskar papageykar. Í eini grein í vísindaliga tíðarritinum ScienceDirect leggja teir fram úrslit av ílegukanningum, ið stuðla uppundir, at føroyski havhesturin fekk smittuna við at eta deyðar papageykar úr Suður-Amerika.

Í 1929-30 herjaði pappageyksjúkufarsótt í Amerika og Europa. 15% av teimum, ið fingu sjúkuna, doyðu. Hildið varð, at smittan stavaði frá sjúkum pappageykum úr Suður-Amerika.

Í Føroyum vórðu 174 tilburðir av nátasjúku skrásettir frá 1930 til 1938. 20% av teimum smittaðu doyði. Sjúkan var serliga vandamikil fyri barnakonur, 80% av smittaðu barnakonunum doyðu.

Kanningar hava víst, at talið á sjúkum náta er nógv minkað seinastu árini. Talið á fólki, ið fáa nátasjúku, er minkað samsvarandi. Orsøkin er serliga betri reinføri.

Greinin um sambandið millum føroyskan náta og suðuramerikanska pappageykin sæst her.

Í 2018 skrivaðu Elsubeth M. Fossádal, Mansour Grand og Shahin Gaini eina vísindaliga grein um nátasjúku í Føroyum. Tey staðfestu eisini, at betraðu reinførisvanarnir seinastu 50 árini, tá havhestur verður handfarin, hava havt við sær, at talið av staðfestum sjúkutilburðum hevur verið støðugt fallandi. Les greinina her.