41570e993f91c0c548e44eb7f26fc618.png
Skriva út
Lagt út: 01.02.2012

NASA almannakunnger nýggja mynd av jørðini

Amerikanska rúmdafelagið NASA hevur almannakunngjørt eina sera nángreiniliga mynd av jørðini, og sum NASA sjálvt sigur, so er hetta myndin við hægstu myndagóðsku av jørðini, ið nakrantíð er tikin.

Fylgisveinurin Suomi NPP varð sendur út í rúmdina í oktober í 2011. Endamálið hjá fylgisveininum var at kanna verðurlagsbroytingar – men tá fylgisveinurin kortini var í rúmdini, so kundi hann eins væl taka nýggjar myndir av jørðini. Myndir, ið kunnu vera við til at minna okkum á, hvussu vøkur jørðin í veruleikanum er.

Úrslitið varð millum annað hendan framúr vakra myndin av jørðini, ið eisini er tann besta hágóðsku myndin av jørðini nakrantíð. Fyri stuttum almannakunngjørdi amerikanska rúmdarfelagið myndina.

NASA: Nýggja Suomi NPP-myndin vinnur á Blue Marble

Knívskarpa og litríka myndin fær sambært NASA kendu myndina ’Blue Marble’ til at fána.

Blue Marble varð tikin av einum Apollo-astronauti á síðstu Apollo-ferðini, ið var í 1972. Til minnis um ferðina tók astronauturin myndir av jørðini í 45.0000 kilometra hædd.

Hesar myndirnar ferðaðust kring heimin og prentaðu seg í minnið á nógvum menniskjum. NASA metir at nýggja myndin hevur møguleika til at gera tað sama, sum Blue Marble myndin gjørdi á sinni.

Suomi NPP hevði fimm tól umborð, harav tað størsta og týdningarmiklasta var VIIRS (Visible/Infrared Imager Radiometer Suite). VIIRS tekur myndir av jørðini í sjónliga og infrareyða bylgjulongdsøkjunum.

Síggj nýggju myndina í fullari stødd her

Kelda: Videnskab.dk