Dialektir Edit Bugge.png
Skriva út
Lagt út: 18.04.2018

Næmingar meta havnarmál hægst millum føroyskar dialektir

Edit Bugge hevur skrivað grein í tíðarritinum Journal of Sociolinguistics um hugburð til málburð í Føroyum.

Í greinini verður greitt frá kanning av hugburði til málburð í Føroyum, sum Edit Bugge hevur gjørt saman við Jógvani í Lon Jacobsen, Hjalmari P. Petersen, Helge Sandøy og Heðini Jákupsson. Hetta er partur av verkætlanini ”Broytingar í føroyskum málføri í tvey ættarlið. Hvussu, hvussu skjótt og hví?”

Støðið varð tikið í fimm geolektalum varietetum. Kanningin varð gjørd í tveimum stigum: Eini grímukanning, sum fær fram reaktiónir (ómedvitandi hugburð) til bygdamál og geolektala variatión, og eini raðfestingaruppgávu, sum lýsir medvitandi frásøgn um málslig frábrigdi.

Heimildarfólk vóru 203 15 ára gamlir skúlanæmingar. Tær medvitandi frásagnirnar benda á, at føroyskir næmingar hava eina hugmynd um eitt dialektalt stigveldi, har havnarmálið liggur ovast. Eitt slíkt stigveldi sæst ikki aftur í mynstrinum frá grímukanningini.

Tað føroyska mynstrið skilir seg frá donskum kanningum, sum eru gjørdar á sama hátt og við samsvarandi mannagongd, men tey føroysku úslitini líkjast mynstrinum í grímukanningum í Vestur-Noregi.

Greinin kallast ”Attitudes to variation in spoken Faroese” og sæst her (kann lesast umvegis Efeingi hald)

Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum