8b33c288869c85ae1c4589a50062352d.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.10.2010

Myndir og brot frá Vísindavøku 2010

Vísindavøkan, sum Granskingarráðið skipaði fyri á triðja sinni 23. og 24. september, riggaði eftir okkara tykki heilt væl við tiltøkum fyri alla familjuna. Vit vóru mest í Vágsbotni við framsýningum, royndum og framløgum og her var heilt fitt av vitjandi í løtum. Søvnini høvdu eisini opið og fleiri nýttu høvið at vitja har eisini.

Niðanfyri eru brot burturúr onkrum av tí, sum var at hoyra, síggja og royna á Vísindavøkuni  

 Nýtslan av el-lutum veksur støðugt. Avskipaða el-burturkastið er meira enn tvífaldað frá 2006 til 2009, serliga sjónvørp gera munin. 
Dálking frá kemiskum evnum sæst aftur í kanningum hjá Umhvørvisstovuni og Tórshavnar Kommunu, m.a. á Havnarvág
 Møguliga ber til at tíðarfesta søgnina Hargarbrøður til 30. mai 1612 beint fyri døgurða útfrá vitan um sólarmyrkingar. Tað hava í árunum 1400-1800 verið 6 fullar sólarmyrkingar í Føroyum sambært bókini ”Sonnenfinsternisse von 600 bis 1800” eftir J.Fr. Schroter, útgivin í 1923.
 MARK kanningarnar av 2128 luttakandi í aldrinum 40-70 ár vísa at 19,2% roykja dagliga, helvtin eru byrjað at roykja millum 16 og 20 ára aldur. Knappur 1/3 etur grønmeti hvønn dag ella næstan hvønn dag, meðan 2/3 eta frukt hvønn dag ella næstan hvønn dag. 21% hava ongantíð roynt rúsdrekka.
 Sjálvstýrisstríðið og munurin millum kirkjumálið í Føroyum og Íslandi í 1800 talinum eru millum høvuðsorsøkirnar til, at vekingarrørslurnar fingu so ólíka ávirkan á londini bæði, hóast tær komu nærum samstundis til Føroyar og Ísland.
 Ullin á fleiri av teimum seyðasløgum, sum eru innflutt til Føroya gjøgnum 1900 talið, hevur ikki verið líka góð sum á føroyska seyðinum. Dømi var nevnt um tvey støð, har fremmandur seyður varð innfluttur, men síðani tikin av aftur. Í báðum førum var talan um garðar, har bóndakonan fekst nógv við at virka ullina.
 Mett verður at nøgdin av øsku, sum kom til Føroyar frá gosinum úr Eyjafjallajøkli frá 15. til 16. apríl, kann vera umleið 1300 tons. Hetta er á leið sama nøgdin, sum hevur verið nýtt at salta vegirnar í Føroyum um árið.
Børn og ung kunnu á hvørjum ári luttaka í First Lego League kappingum í Føroyum. Ársins evni er “Body Forward”. Finalan verður 13. november. Á Vísindavøkuni fingu stór og smá høvi at síggja og hoyra um royndirnar hjá tveimum royndum FLL luttakarum. Til bar eisini at royna seg við hesum robotlegonum.
 Tað ber til at gera ymsar stuttligar royndir heima við tilfarið, sum kann keypast í matvøruhandlum. Ein “lavalampa” kann gerast í einum høgum, beinum glasi við at koyra vatn og fruktliting í, síðani matolju omanyvir og at enda eina Treo í. Aftaná eina løtu ber til at koyra eina Treo afturat í, hetta kann gerast nakrar ferðir.
Yvir 30 fólk sluppu at kika við stjørnukikara á Skálatrøð fríggjakvøldið. Tey sóu bæði Mánan og Jupiter og teir 4 galileisku mánarnar, sum Galileo fyrstur sá í januar 1610.



Tilfar frá Vísindavøkuni
Til tykkum, sum eru á Facebook, so ber til at síggja fleiri myndir frá Vísindavøkuni 2010 í bólkinum gransking.fo – research.fo. Flestu myndirnar hevur Mikkjal Olsen tikið.

PP frá nøkrum av framløgunum koma her í næstum.

Samlaða skráin fyri Vísindavøku 2010

Vísindavøkan 2011 verður kring fríggjadagin 23. september. Vit ætla at skipa fyri tiltøkum aftur tá. Um tit hava hugskot ella ynskir um tiltøk til hesa Vísindavøkuna, frætta vit fegin frá tykkum.