cef9fef018dab3f46b7af5cac607e0bd.jpg
Skriva út
Lagt út: 19.06.2014

Motiónsfótbóltur klænkar og lækkar blóðtrýstið hjá kvinnum

35-50 ára gamlar kvinnur fáa eina munandi lækking í blóðtrýsti og kropsfeitti við at luttaka í motiónsfótbólti í 15 vikur. Hetta vísir nýggj gransking framd í Føroyum í samstarvi ímillum granskarar úr 4 londum við Magna Mohr sum verkætlanarleiðara

Í dag almannakunnger viðurkenda vísindaliga tíðarritið Scandinavian Journal of Medicine & Science in Sports m.a. grein um motiónsfótbólt fyri vaksnar kvinnur, sum vísir stóra framgongd i kropsligum førleika og heilsustøðu hjá 35-50 ára gomlum ótrenaðum kvinnum við miðalhøgum blóðtrýsti aftan á 3 ferð 1 tíma av fótbóltsvenjing í 15 vikur. Granskingin er partur av Fótbólt Fitness gransking, sum í dag m.a. hevur eggjað fleiri enn hundrað donskum fótbóltsfeløgum at hava fótbóltstilboð fyri vanligar borgarar, sum einans luttaka fyri betri heilsu og vælveru.

Tíðarritið, sum kemur út í dag, telur fleiri greinar um fysiologisku árinini av Fótbólts Fitness, og føroysku úrslitini eru serstakliga áhugaverd.

”Aftaná einans 15 vikur við motiónsfótbólti var systoliska og diastoliska blóðtrýstið fallið við 12 og 6 mmHg og kvinnurnar høvdu tapt 2,3 kg av feitti í miðal”, fortelur Magni Mohr granskari og verkætlanarleiðari, og heldur fram: ”Fótbóltsvenjingin vísti eina imponerandi lækking í blóðtrýsti, sum m.a. er dupult so stórt, sum hjá kvinnum, ið vandu svimjing í sama tíðarskeiði”.

Magni Mohr leggur aftrat, at kvinnurnar høvdu góðar upplivingar av at luttaka i fótbóltspælinum, sum m.a. hevur stimbrað tær, at seta egið fótbóltsfelag á stovn. Eisini er Fótbólts Fitness byrjað aðra staðni í Føroyum, sum beinleiðis úrslit av sokallaðu SOS-kanningini.

”Okkara gransking hevur víst, at 16 vikur við fótbóltsvenjing eisini minkar blóðtrýstið hjá 20-45 ára gomlum kvinnum við vanligum blóðtrýsti, men SOS-kanningin er tann fyrsta, sum hevur kannað kvinnur við ov høgum blóðtrýsti” sigur Peter Krustrup, professari, sum Magni Mohr hevur arbeitt saman við í 15 ár, og sum í 10 ár hevur kannað motiónsfótbólt sum heilsufremjandi venjing fyri vanlig folk.

”Vit síggja her imponerandi lækking i blóðtrýsti og broyting i kropssamanseting, men vit síggja eisini fall i kolesteroltali og stóra framgongd i kropsligum arbeiðsførleika aftaná 15 vikur við fótbóltsvenjing. Kvinnurnar renna t.d. dupult so langt í einari rennitest,og pulsurin var 14 sløg um minuttin lægri undir arbeiði við hóvligum intensiteti”, siga teir báðir Magni Mohr og Peter Krustrup og taka samanum: ”Motiónsfótbóltur er effektiv viðgerð ímóti vánaligum kropsligum førleika og ov høgum blóðtrýsti fyri 35-50 ára gamlar kvinnur”.

Fótbólt Fitness er framtíðin
”Vanliga hava tað ikki verið so nógvar kvinnur ella sokallaðar Old Girls í fótbóltsumhvørvinum”, fortelur ítróttasosiologurin, Laila Ottesen, sum kannar Fótbólt Fitness konceptið, sum í 2011 varð stovnað av Dansk Boldspil-Union og Danmarks Idrætsforbund.

”Nú eru tað 180 fótbóltsfeløg í Danmark, sum bjóða Fótbólt Fitness, og 75% av leikarunum eru kvinnur. Fótbólt Fitness handlar um at venja upp á ein stuttligan, sosialan og sunnan hátt og ikki um at spæla dyst ímóti tí lokala kappingarneytanum, og kanska er tað júst hetta, sum hugtekur kvinnurnar,” sigur Laila Ottesen at enda.

SOS-kanningin
SOS kanningin varð framd i Føroyum í 2013 við stuðli úr Granskingarráðnum, Eik Banka, Tórshavnar Kommunu, FSF og ÍSF. Verkætlanin er samstarv ímillum ÍSF, Exeter Universitet, Gøteborg Universitet, Landssjúkrahusið, Fróðskaparsetur Føroya, Rigshospitalet og Københavns Universitet og Center for Holdspil og Sundhed.

Vísindaliga greinin í Scandinavian Journal of Medicine & Science in Sports kallast “Football training improves cardiovascular health profile in sedentary, premenopausal hypertensive women”. Hon kann lesast her

Hetta er onnur greinin, sum higartil er komin burtur úr føroysku SOS-verkætlanini, og í løtuni verður bíðað eftir fleiri úrslitum frá analysum, sum eru sera tíðarkrevjandi.

Samband
Magni Mohr, Center of Health and Human Performance, University of Gothenburg, Gøteborg, Svøriki. Mail: mmohr@nexs.ku.dk - telefon: 597088

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum