725557839ab1c181354c4294d4947bd4.jpg
Skriva út
Lagt út: 04.11.2008

Møguleikar innan ES-gransking

Hevur tú ætlanir um at gerast partur av europeiskari gransking? So er hesin kunningardagurin júst fyri teg.

Hósdagin 13. november skipar Granskingarráðið fyri ókeypis kunningardegi á Fiskirannsóknarstovuni um granskingarmøguleikar í sjeyndu rammuskránni hjá ES (FP7). Dagurin er serliga ætlaður teimum, sum hava ætlanir um at luttaka í europeiskum granskingarsamstarvi.

Tað er Bent Egebart frá donsku ráðgevingarfyritøkuni Whyse, sum fer at greiða frá. Bent hevur drúgvar royndir við rammuskráunum hjá ES, bæði sum verkætlanarleiðari, ráðgevi og metari av ES- stuðlaðum verkætlanum. Harafturat hevur hann verið í starvi hjá ES-nevndini, har hann hevur arbeitt við gransking, menning og nýskapan.

Skráin fyri dagin:
Kl. 9:00 - 10:30
• Reglugerð og mannagongdir
• Teir ymisku stuðulshættirnir (funding schemes)
Kl. 10:30 - 10:45
• Kaffi
Kl. 10:45 - 12:00
• Hvar skal eg byrja?
Kl. 12:00 -12:45
• Matarsteðgur
Kl. 12:45 - 14:15
• Menning av verkætlanarlýsing
• Fíggjarætlan
Kl. 14:15 - 14:30
• Kaffi 14:30 - 16:00
• Onnur teknisk viðurskifti
• Aðrir møguleikar í FP7

Tað er ókeypis at luttaka á kunningardegnum.

Boða vinaliga frá luttøku við t-posti til john[kurla]gransking.fo ella á telefon: 567802.

Tak lýsingina niður í pdf