Minkandi dálking í skúvseggum
Í grein, sum Sjúrður Hammer hevur skrivað saman við starvsfeløgum, verður staðfest, at eggini hjá skúgvi vóru minni dálkaði av umhvørviseitri í 2012 enn í 1977. Talan er um kanning av, hvussu dálkaði skúvsegg eru av áhaldandi lívrunnnum umhvørviseitri, kallað POPS. Kanningin vísti, at minkingin av dálking í føroyskum eggum er 70% í mun til 1977. Samanborið við hetlendsk egg frá á leið sama tíðarskeiði, er dálkingin størri í Føroyum enn í Hetlandi. Hetta er helst tí at føðin hjá skúgvinum í Føroyum og Hetlandi er so ymisk. Skúgvur í Føroyum livir einamest av øðrum sjófugli, meðan í Hetlandi livir hann mest av fiski og slógvi frá fiskiskipum. Av tí at skúgvurin í Føroyum er so ovarlaga í føðiketuni, merkir tað, at hann kann geva góða ábending, um hvussu dálkað okkara umhvørvi er.
Greinin kallast “Legacy Pollutants are Declining in Great Skuas (Stercorarius skua) but Remain Higher in Faroe Islands than in Scotland.” Hon er tøk í Bulletin of Environmental Contamination and Toxicology og kann lesast her
Sjúrður Hammer hevur eisini verið við í tveimum øðrum útgávum nýliga.
Í farnu viku var ein stubbi í tíðarritinum Science við heitinum “ The age of the Twitter conference.” Sí her
Hendan greinin lýsir, hvussu sosialir miðlar kunnu nýtast av vísindafólki við at skipa fyri einari sokallaðari Twitter ráðstevnu. World Seabird Union hevði í vár góðar royndir við einum slíkum tiltaki, har 72 granskarar úr øllum heimi løgdu framm um sína gransking á Twitter. Sjúrður var í hesum sambandi høvuðssamskipari av tiltakinum, sum møguliga kann gerast eitt bíligt og umhvørvisvinarligt alternativ til vísindaligar ráðstevnur.
Eisini var hann við í útgávu við heitinum “Bridging the gap from student to senior scientist: recommendations for engaging early career scientists in professional biological societies.” Hendan grein varð almannakunngjørd í tíðarritinum Marine Ornithology. http://www.marineornithology.org/ Hon er ikki tó tøk á netinum enn. Flestu vísindafelagskapir/fróðskaparfeløg hava seinastu árini havt trupult við at fáa ungar granskarar at lima seg inn, og henda greinin vísir á nøkur átøk, sum tað verður viðmælt fróðskaparfeløgum at seta í verk fyri at tryggja nýggjan stuðul millum ungar granskarar.
Útgávurnar eru úrslit av ph.d.verkætlanini hjá Sjúrði Hammer, sum er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Les meira her
Herfyri játtaði Granskingarnevndin kr. 80.000 til eina nýggja verkætlan hjá Sjúrði Hammer um árin av veðurlagsbroytingum á føroyskan kjógva.
Mynd: Sjúrður Hammer