Mikropraktikk í Granskingarráðnum
Eg eiti Katla Heðinsdóttir, eri júst byrjað á míni kandidatútbúgving í heimspeki í Keypmannahavn, og í heystferiuni var eg so heppin at sleppa í mikropraktikk á Granskingarráðnum.
Mikropraktikk er eitt tiltak, sum Universitetið í Keypmannahavn (KU) stendur fyri, og snýr seg í stuttum um at geva lesandi møguleika at vitja eina fyritøku ella ein stovn í tveir vanligar arbeiðsdagar. Endamálið er, at eg sum lesandi kann fáa innlit í dagligdagin á einum áhugaverdum arbeiðsøki, samstundis sum eg fái eina mynd av, hvussu mín útbúgving kann nýtast í einum ítøkiligum høpi. Tá tað sum lesandi ofta kann tykjast sera langt ímillum lestrarlívið og tankan um at hava eitt fast starv aftaná lesnaðin, er hetta ein serstakur og vælkomin møguleiki, hóast tað bara snýr seg um tveir dagar. Eg valdi at spyrja Granskingarráðið, fyrst og fremst tí at eg eri áhugað í fakliga arbeiðinum tey fáast við, men tað hevði eisini týdning, at tað var ein føroyskur stovnur. Sum ’donsk’ lesandi haldi eg, at tað kann bara vera ein fyrimunur at kanna sær møguleikarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum longu nú, eftirsum eg ætli mær aftur til Føroya aftaná lesnaðin.
Hvat gjørdi eg?
Í teimum tveimum døgunum í Granskingarráðnum, var eg fyri tað mesta saman við Mariu Húsgarð. Hon tók ímóti mær fyrsta morgunin og fortaldi mær so nágreiniliga um arbeiðið hjá ráðnum, hvat tað umsitur, hvørjar uppgávur tað hevur, hvørji samstørv tað er ein partur av, o.s.fr., at hon bleiv hás, áðrenn dagurin var at enda komin. Hóast hon ikki heilt vildi trúgva mær, helt eg, at tað var ótrúliga spennandi at lurta eftir henni, og tað gav mær eina rættiliga greiða mynd av Granskingarráðnum, bæði sum arbeiðspláss og eisini sum ein týðandi liður í føroyska granskingarøkinum.
Umframt at fortelja mær um arbeiðið hjá Granskingarráðnum, var Maria ófør at spyrja inn til míni serligu áhugamál. Tá eg segði, at eg var serliga áhugað í etikki, gjørdi hon hóvasták burturúr at finna tað, ið var etiskt viðkomandi í øllum frágreiðingunum, fann lógir og lógaruppskot fram, bæði úr Føroyum og ES, og dugdi á tann hátt sera væl at taka hond um meg og mín elskaða etikk. Orsaka av sama áhugamáli, skeyt Annika Sølvará upp, at eg burdi farið og fingið mær eitt prát við Pál Weihe. Eg so gjørdi, og Maria kom við. Onkuntíð undrist eg á, hví so upptikin og klók fólk tíma at seta tíð av til forvitin lesandi, og aftur hendan dagin undraðist eg á, hví ein maður sum Pál vildi taka ein heilan tíma burtur úr sínum degi, bara fyri at práta við meg. Men takksom eri eg, og spennandi var tað eisini. Entusiastisku manøvrurnar og stálsettu sjónarmiðini hjá Pál komu inn í leikin longu tann fyrsta minuttin, og tað var ótrúliga spennandi og serligt at kjakast m. a. um leiklutin hjá einum møguligum etiskum ráði í Føroyum.
Harafturat var eg við Mariu til ein fyrilestur á Fiskaaling um fíggingarmøguleikar til granskingartiltøk, fekk eina rundvísing og eitt prát á granskarasetrinum iNOVA, og Brynhild, fitta skrivara-avloysarin á Granskingarráðnum, vísti mær, hvussu umsitingin riggar, og evnaði enntá at fáa ein lítlan skrivara fram í mær. Síðst, men ikki minst, bjóðaði Maria sushi seinna dagin, sum jú gjørdi alt uppaftur betri.
Hvat fekk eg burturúr?
Umframt innlit í arbeiðsgongdina á ein lítlum stovni, fekk eg eina fatan av, hvørjir førleikar eru neyðugir í ein starvi, sum í Granskingarráðnum. Hóast ongin heimspekingur starvast í Granskingarráðnum í løtuni, stendur tað ikki í vegin fyri, at eg kann síggja, hvussu eitt slíkt starvsøki og granskingarumhvørvi í Føroyum sum heild, kann fáa ágóðan av júst mínari útbúgving og førleikunum, sum fylgja við. Tað tykist mær tó, at persónligu førleikarnir hava líka stóran týdning, sum teir fakligu, hóast fakliga grundin sjálvandi skal vera í lagi, tí tað í so stóran mun snýr seg um at vera initiativríkur, tora at framleggja tey ymsu tiltøkini fyri ymiskum áhoyrarum, og í heila tikið at hava fingurin á pulsinum. Damurnar í Granskingarráðnum eru eldsálir, eru áhugaðar í og síggja týdningin av tí, tær fáast við og dáma sítt arbeiði. Hetta ger, at huglagið á arbeiðsplássinum er øðrvísi enn nakra aðrastaðnis eg havi verið. Her er ikki bert rúm fyri starvsfeløgum, men eisini vinfólkum.
Mikropraktikk á KU
Ein formligur partur av tiltakinum er at luttaka á tveimum ymiskum ’workshoppum’ sum KU skipar fyri – ein áðrenn og ein aftaná sjálva praktikkina. Áðrenn eg fór til Føroyar, luttók eg tí í tí fyrstu workshoppini, har vit umframt at fáa góða vegleiðing til, hvussu ein presenterar seg sjálvan fyri og tekur kontakt til fyritøkur, eisini høvdu vit venjingar í framløguteknikki, førleikamenning, og at seta orð á okkara forvæntningar til eitt framtíðar starv. Eisini fingu vit inspiratión og hugskot frá hvørjum øðrum til tann hópin av starvsmøguleikum, sum eru til, og sum jú nærmast eru vísindi í sær sjálvum, um ein kemur frá humaniora.
Seinast í november mánaði skal eg til eina endaliga workshop á KU, sum fer at taka samanum, hvat vit fingu burturúr praktikkini, og geva íblástur til, hvussu vit kunnu nýta okkara royndir til at gerast greiðari yvir, hvørji starvsøki vit eru áhugað í og hvørjar funktiónir, vit kunnu taka okkum av.
Tað eru sjálvandi mørk fyri, hvat ein kann uppliva uppá tveir arbeiðsdagar, men eg eri ógvuliga glað fyri at hava roynt eina mikropraktikk. Eftir fimm árum sum lesandi, kann tað verða ein avbjóðing at koma út á veruliga arbeiðsmarknaðin, har ein skal upp hvønn einasta morgun, arbeiða 8 tímar hvønn einasta dag, taka ábyrgdina og avleiðingarnar av tí arbeiði ein ger, og í heila tikið vera vaksin. Tí er tað ein góð roynd at koma út á eitt vanligt arbeiðspláss, og síggja, at tað heila ikki er so ræðandi hóast alt.
Eg fari at takka fyri meg, og takka Granskingarráðnum fyri stóran blíðskap tað stuttu tíðina eg var har :)