Miðling av gransking. Beinleiðis úr Gøteborg mikudagin.
Á altjóða vísindafestivalinum í Gøteborg, sum byrjar mikudagin 15. apríl, verður serlig framløga um miðling av gransking og um almenna luttøku í kjaki um gransking.Framløgan, sum er á enskum, verður send beinleiðis á netinum frá kl. 13.00-17.45 (CET). Tvs. at byrjað verður kl. 12 føroyska tíð.
Stóra Bretland verður mett at vera fyrimyndarligt, tá tað snýr seg um at hava samband og samskifti millum vísindafólk, samfelagið, miðlaheimin og politisku skipanina. Hvat kunnu bretar læra frá sær? Fá íblástur frá framúrskarandi fakfólki í miðling av gransking.
Framløgan undir heitinum: ‘Forum for Science Communication’ er eitt av nógvum tiltøkum á Vísindafestivalinum í Gøteborg.
Hesi fakfólkini luttaka:
- Dr Gail Cardew, Director of Science and Education, Royal Institution
- Fiona Fox, Chief Executive, Science Media Centre
- Paul Manners, Director, National Coordinating Centre for Public Engagement
- Chris Tyler, Director, Parliamentary Office for Science and Technology
Á Vísindafestivalinum rokna tey við umleið 70.000 vitjandi. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum verður til staðar á Vísindafestivalinum mikudagin.
Les um Vísindafestivalin og finn leinkju til sendingina mikudagin á middegi her