Miðaldrandi kvinnur kunnu fyribyrgja beintapi við venjing
Gransking vísir, at fótbóltsvenjing yngir beinagrindina hjá miðaldrandi kvinnum við 2-4 árum eftir bert 15 vikum av venjing.
Tá vit eldast, henda líðandi kropsligar broytingar, og hjá kvinnum viðføra skiftisárini sera stórar broytingar, sum kunnu minka um almennu heilsustøðuna, har m.a. kvinnuliga kynshormonið, østrogen, spælir týðandi leiklut. T.d. missa kvinnur 0,5-1% av beinvevnaði um árið, tá tær nærkast skiftisárunum, og hetta viðførir eitt munandi fall í beinheilsustøðuni.
Magni Mohr hevur í vikuni útgivið nýggja vísindaliga grein við heitinum "Effects of soccer vs swim training on bone formation in sedentary middle‑aged women". Greinin er útgivin í vísindaliga tíðarritinum European Journal of Applied Physiology og samandráttur kann lesast her.
Greinin byggir á kanning framda í Føroyum sum samstarvsverkætlan ímillum Fróðskaparsetur Føroya, Deildina fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ítróttarsamband Føroya, umframt útlendsk universitet. Verkætlanin er stuðla av Granskingargrunninum, ÍSF og Eik Banka.
Kanningin viðger broytingar í beinagrindini aftaná 15 vikur av antin intensari intervalsvimjing, langteina svimjing við lágum intensiteti, og so fótbóltsvenjing. Allir bólkar vandu tríggjar ferðir um vikuna. Beinagrindin varð skannað við DXA-skanning, sum m.a. staðfestir beinmassa (bone mineral content) og beintættleika (bone mineral density), og blóðroyndir vóru tiknar, har markørar fyri beinuppbygna (bone formation) vóru analyseraðir.
Úrslitini vísa, at meðan svimjing ikki ávirkaði beinheilsuna, so økti fótbóltsvenjing bæði beinmassan og –tættleikan í beinunum (lærbeininum) við 2-3%. Taka vit hædd fyri aldurtengda beintapinum fyri kropsliga óvirknar miðaldrandi kvinnur, so svarar hetta til, at beinagrindin verður 2-4 ár yngri av 15 vikum av fótbóltsvenjing. Í blóðroyndunum øktist “bone formation” markørarnir osteocalcin, procollagen type I N propeptide og C-terminal telopeptide við 37-52%. Hesir stuðla úrslitunum av DXA-skanningini og vísa týðiliga, at beinuppbyggingin varð sera nógv stimbra av fótbóltsvenjingunum.
Kanningin stuðlar øðrum kanningum frá granskingarbólkinum, sum vísa at fótbóltsvenjing er sera munadygg, tá talan er um at betra beinheilsuna, og ger, at vit betur skilja tey signal, sum stimbra uppbyggingina av beinvevnaðinum.
Tískil er eftirhondini so sterk vísindaliga prógv komin í ljósmála, at mælt verður til, at bóltspøl ella kropslig venjing við líknandi rørslumynstri verður nýtt sum fyribyrging av beintapinum hjá útsettum bólkum, og verður partur av viðgerðini av sjúklingum við byrjandi beinheilsutrupulleikum.
Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum