c1095e34d46e9f93932261f74fc73bd0.jpg
Skriva út
Lagt út: 18.02.2014

Metnógvar umsóknir um granskingarstuðul

Granskingarráðið hevur fingið metnógvar umsóknir um granskingarstuðul í ár. Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti í gjár, vóru 48 umsóknir komnar inn. Tað er tað mesta nakrantíð. Í fjør søktu 35 um granskingarstuðul.

Meira enn tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn hava søkt um stuðul. 34 kvinnur og 14 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum.

Næstan helvtin av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hin helvtin er til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Umsóknir eru bæði frá føroyskum og útlendskum granskarum. Flestu umsóknirnar eru frá føroyingum, ið búgva uttanlands ella í Føroyum, men fleiri eru eisini frá útlendingum, ið búgva í Føroyum, og nakrar fáar eru frá útlendingum, ið ikki búgva í Føroyum.

Treytin fyri at fáa stuðul úr Granskingargrunninum er, at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin skal hava tilknýti til føroyskar granskingarstovnar ella á annan hátt hava týdning í føroyskum høpi.

Serliga nógvar umsóknir vóru hesaferð til verkætlanir innan heilsuøkið. Nógvar umsóknir vóru eisini til verkætlanir innan mentan og innan náttúrutilfeingi.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknunum verður í seinnu helvt av mai.

Granskingargrunnurin hevur 7 milliónir tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum.

Frá 1. apríl fær Granskingarráðið fæið í Sjúkrakassagrunninum at umsita. Tað fer at geva teimum nógvu, ið vilja granska innan heilsuøkið, nýggjar møguleikar at fáa fígging.

Tilsamans eru gott 130 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2013 sæst her