0ededf9fc4341d961072a22789ed22c5.jpg
Skriva út
Lagt út: 02.09.2009

Met í umsóknum annað árið á rað


Granskingarráðið hevur fingið 46 umsóknir um stuðul, nú freistin er úti. Hetta er met annað árið á rað. Í 2008 komu 39 umsóknir inn.

Søkt verður um umleið 35 mió kr. innan øll 6 høvuðsøkini, sum Granskingarráðið flokkar umsókninar efir.

Tað eru umleið 7 mió kr. tøkar í Granskingargrunninum til stuðul í 2009.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Um mánaðarskiftið nov./des.fer Granskingarnevndin at taka endaliga støðu til, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast.

Í 2008 søktu 39 umsøkjarar um uml 31 mió kr., av hesum fingu 12 umsóknir stuðul, tilsamans 7.367 tkr.