c8b8df95f4411747fedb3bdc670d9770.JPG
Skriva út
Lagt út: 01.06.2010

Mentamálaráðharrin fegnast um nýggju avtaluna

Landsstýriskvinnan í mentamálum til Brússel, tá ES granskingarsáttmálin verður undirritaður 3. juni 2010.

ES granskingarsáttmálin verður undirritaður í Brússel hósdagin tann 3. juni 2010.
Í hesum sambandi skipar Sendistova Føroya í Brússel fyri hátíðarhaldi, har eisini landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, sum varðar av granskingar-málum, fer at luttaka.

Løgtingið samtykti tann 12. mai 2010 at seta í gildi ES granskingarsáttmálan (FP7) um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Evropasamveldið og Føroya Landsstýri.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at Løgtingið tók undir við sáttmálanum, og fann útvegir fyri at fíggja luttøkugjaldið fyri sáttmálan. Landsstýriskvinnan heldur, at stór sannlíkindi eru fyri, at økta granskingarsamstarvið við ES og økta granskingin í Føroyum fer at síggjast aftur í menningini innan serliga fiski- og alivinnuna, orku-, heilsu-, og útbúgvingarøkið.

Sáttmálin gevur føroyingum møguleika at luttaka í ES-granskingarsamstarvinum á jøvnum føti við granskarar úr ES/EBS-limalondunum. Tað merkir, at føroyskir granskarar í sambandi við útboð av verkætlanum og umsókn um stuðul úr ES-granskingargrunninum virka undir somu fyritreytum, sum granskarar úr ES-limalondunum og hinum atlimalondunum í granskingarsáttmálanum.

Atlimaskapur í FP7 hevur eisini við sær, at føroysk umboð, saman við umboðum úr hinum luttøkulondunum, eru við til at skipa tær nevndir, ið stinga út í kortið leiðreglur fyri evropiskum granskingarsamstarvi. Tað er ein avgjørdur møguleiki at skapa menning og vekja áhuga fyri Føroyum í breiðum týdningi.

Mett verður, at Føroyar á fleiri økjum eru serstakar í granskingarhøpi, og við øktu samstarvsmøguleikunum, ið fylgja við atlimaskapi í FP7, er grundarlag fyri, at Føroyar verða áhugaverdar fyri útlendskar granskarar eisini.

Tórshavn, 1. juni 2010

Mentamálaráðið