0ea47518da754ffe23173dd903d5bb99.JPG
Skriva út
Lagt út: 02.09.2009

Meinhard Absalon vann triðja umfar av teknikappingini

Vinnararnir av 3. umfari av teknikappingini, Tekna ein granskara, eru nú funnir. Tær innsendu myndirnar hava ligið á netinum, har møguleiki hevur verið at atkvøtt fyri teimum.

Nú 3. umfar er runnið, so er greitt, at Meinhard Absalon hevur fingið flestar atkvøður. Nummar tvey gjørdist 12 ára gamla Ása Maria og 11 ára gamli Ingi gjørdist nummar trý.

Vinnaramyndin hjá Meinhard Absalon myndar ein granskara, sum granskar eina krokudillu í Congo.

Hepnu vinnararnir fáa bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.

Vinnararnir fáa bræv frá Granskingarráðnum fyrsta dagin.

Finn vinnaran av 4. umfari og luttak í 5. og seinasta umfari
Tekningarnar, sum luttaka í kappingini í 4. umfari, liggja nú á netinum. Seinasti møguleiki at atkvøða fyri hesum tekningunum er 25.september.

Av tí at tað ikki komu so nógvar tekningar til 4 umfar, halda vit at tað nú er tíð at runda kappingina av. Vit hava tí gjørt av, at seinasta umfar í kappingini verður 5. umfar. Tekningar kunnu sendast okkum til og við 28. september.

So - vilt tú vera við í kappingini um at vinna eina farteldu ella fartelefonir, er tað nú, at tú skalt finna pappír og litblýantarnar fram. Spyr í skúlanum, um flokkurin kann sleppa at tekna í einum tíma, ella bið vinfólkini og syskini tekna saman við tær aftaná skúlatíð.

Allar myndirnar, sum eru komnar inn til teknikappingina, kunnu síggjast her

Myndirnar frá aktuella umfarinum liggja sum myndarøð, sum til ber at blaða í. Um tú vilt atkvøða ella síggja, hvussu nógvar stjørnur ein mynd hevur fingið, skal tú trýsta á stjørnuna niðast til vinstru. Síðani kanst tú geva hvørjari tekning millum 1 og 5 stjørnur.

Myndirnar frá undanfarnum umførum liggja í mappu í ovasta vinstra horni merkt 1. umfar o.s.fr.