fd033023e8de4c539048129dd97f3032.jpg
Skriva út
Lagt út: 20.10.2010

Máta strongd í alilaksi


Ph.D-verja: Norðmaðurin, Ole Folkedal, verjir fríggjadagin 22. oktober Ph.D-ritgerðina: “Anticipatory behaviour as indicator for stress and welfare in farmed Atlantic salmon at different life stages” Verjan verður í univeristetinum í Bergen.

Til tess at máta nær alilaksur upplivir strongdar støður, er neyðugt við mátum, sum kunnu vísu hvussu álvarslig støðan upplivist fyri fiskin. Tá talan áður hevur verið um gransking av strong í fiski hevur vanliga verið tosað um fysiologiskar faktorar, so sum kropshiti og nøgd av ilt í blóðnum. Hóast hetta er týdningarmikið amboð, so er tað ikki egnað til brúk í gerandisdegnum hjá alarum, verður sagt í tíðindum á heimasíðuni hjá Havforskningsinstituttet.

Men við at samantvinna atburðin hjá fiski, og hvussu hann vanliga reagerar – væntaðan atburð - so er møguligt at siga nakað um, hvussu strongdur hann er.

Í eini roynd við alilaksi vórðu bólkar av laksi lærdir at sambinda eitt blink við eini ljóskeldu við fóður. Tá ljósið blunkaði svumu laksarnir til økið har fóðrið var givið. Styrkin av ‘væntaða-atburðinum’ gevur eitt mát uppá hvussu motiveraður fiskurin er til at eta. Funnið var útav at hesin væntaði atburðurin minkaði í mun til nøgdina av strongd við m.a. broyttum hita ella við broyttari iltnøgd. Minkingin í ‘væntaða-atburðinum’ svaraði til nøgdina av fysiologisku mátingunum av strongd.

Úrslitini vísa, at máting við ‘væntaðum-atburði’ er neyvur háttur at meta um ávirkanina á motivatiónina hjá fiske at eta. Kanningarnar vísa eisini, at ávirkan hugin hjá fiskinum at eta vísir seg í longri tíð, enn tey fysiologisku mátini. Onnur atburðarmynstur vóru eisini staðfest í kanningunum. Eitt nú svam fiskurin annarleiðis og spjaðingin av fiski í kørunum var øðrvísi, tá fiskurin var merktur av strongd.