martinottopetersen vann Instagram lutakastið
Á Vísindavøkuni bóðu vit tey vitjandi vísa okkum, hvussu tey sóu Vísindavøkuna. Hetta kundi gerast við at taka myndir og deila hesar á Instagram við #visindavoka.
Vit hava í dag kasta lut millum innkomnu myndirnar. Vinnarin gjørdist martinottopetersen, sum hevði lagt ein film inn av eldeksperimentinum, sum næmingar úr Hoydølum stóðu fyri.
martinottopetersen hevur vunnið eitt gávukort á 300 kr. til Havnar Bio og eina taraplakat, sum Astrid Andreasen hevur teknað.
Allar myndirnar kunnu síggjast á www.instawebgram.com/tag/visindavoka ella við at leita eftir #visindavoka á Instagram.
Hóast kappingin nú er av, vilja vit eggja fólk til at frámerkja fleiri myndir frá Vísindavøkuni.