Martin Zachariasen dekanur á Syddansk Universitet
Í dag er kunngjørt, at Martin Zachariasen, professari í datalogi á Københavns Universitet og fyrrverandi formaður í føroysku Granskingarnevndini, verður dekanur fyri Det Naturvidenskabelig Fakultet á Syddansk Universitet frá 1. mai 2015.
Martin Zachariasen, hevur í sjey ár verið deildarleiðari á Datalogisk Institut á Københavns Universitet, og tað er ikki minst takkað verið hansara arbeiði at endurnýggja og styrkja deildina, at hann kom uppá tal at gerast dekanur.
- Martin Zachariasen stígur fram sum ein sterkur og framskygdur leiðari, sum dugir væl at síggja nýggjar møguleikar. Á Københavns Universiteti hevur hann bygt upp nýggjar tvørvísindaligar útbúgvingar, og samspælið við hini fakumhvørvini á universitetinum hava givið datalogi eina heilt aðra støðu, so at talið á teimum, sum søkja upptøku til lestur á datalogi er støðugt vaksandi, sigur Henrik Dam rektari.
Martin Zachariasen, sum er ættaður úr Tórshavn, las datalogi á Fróðskaparsetrinum og hevði eitt telduvirki samstundis. Í 1991 flutti hann til København, har hann tók eina bachelor afturat, í støddfrøði, síðani kandidatútbúgving í datalogi. Hann hevur seinni skrivað og vart ph.d. og doktararitgerð á sama stað í ávikavist 1998 og 2010.
Martin Zachariasen hevur arbeitt á Københavns Universitet í 20 ár, undantikið eitt ár frá 1999 til 2000, tá hann var í post.doc. starvi á Forschungsinstitut für Diskrete Mathematik i Bonn. Síðani 2002 hevur hann verið adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya og hevur undirvíst regluliga har. Frá 2008 til 2014 var hann formaður í Granskingarnevndini hjá Granskingargrunninum.
- Náttúruvísindi spæla ein stóran leiklut í samfelagsmenningini, og tí gleði eg meg ómetaliga nógv til at standa á odda fyri Det Naturvidenskabelige Fakultet, sum er inni í eini positivari tilgongd við góðum upptøkutølum og gransking í heimsflokki. Ikki minst gleði eg meg til samskifti við starvsfólkini á fakultetinum um framtíðar strategiina, sigur Martin Zachariasen, sum fer at leiða eitt fakultet við umleið 2000 lesandi og 500 starvsfólkum.
Martin Zachariasen avloysir Henrik Pedersen, sum hevur verið dekanur í 14 ár.
Les um Martin Zachariasen í Heilagrunninum
Kelda: SDU