Marni Tausen vart ph.d. á AU
Fríggjadagin 30. oktober vardi Marni Tausen ph.d.-arbeiði sítt í bioinformatik á Aarhus Universiteti. Verjan fór fram umvegis netið. Ritgerðin ber heitið: “Genetic analysis and image-based phenotyping of white clover”.
Í ph.d.-skeiðinum granskaði Marni Tausen í upprunnanum av smæruni (Trifolium repens) og menti eina skipan til myndagreining av smærunu fyri at máta vøksturin yvir tíð.
Marni Tausen hevur verið innskrivaður á Institut for Datalogi (Bioinformatics Research Centre) á Aarhus Universiteti.
Høvuðsvegleiðari var Luc Janss, professari á Center for Kvantitativ Genetik og Genomforskning, Aarhus Universitet. Hjávegleiðari var Stig Uggerhøj Andersen, lektari á Institut for Molekylærbiologi og Genetik á Aarhus Universiteti.
Í metingarnevndini vóru
Tanja Slotte, lektari, Institutionen för ekologi miljö och botanik, Stockholm Universitet
Lasse Riis Østergaard, lektari, Institut for Medicin og Sundhedsteknologi, Aalborg Universitet
Thomas Bataillon (chair), lektari, Institut for Datalogi, Center for Bioinformatik (BiRC), Aarhus Universitet
Ein samandráttur av ritgerðini kann lesast her
Marni Tausen byrjaði 1. september 2020 sum genetisk programmørur hjá fyritøkuni Danish Pig Genetics.