Marie Curie: trý nýggj útboð
Hevur tú hug at økja um tínar granskingarførleikar? Ella hevur tú hug at granska í einum øðrum landi í eina tíð og tørvar stuðul til tað? Hetta kanst tú fáa møguleika til ígjøgnum serskránna PEOPLE, eisini nevnd Marie Curie. Í mun til aðrar skráir í FP7, so er success-ratan høg í hesi skipanini.
20. oktober almannakunngjørdi kommissiónin trý nýggj útboð innan serkskránna PEOPLE.
Tey trý útboðini í hesum umfarinum eru:
1. FP7-PEOPLE-2011-CIG
Hetta útboðið, Career Integration Grant (CIG), miðar eftir at styrkja europeiska granskingarøkið, við at fáa granskarar at virka í einum ES limalandi ella einum FP7 atlimalandi, eftir t.d. at hava verið í einum triðjalandi og granskað. Stuðul verður veittur ímillum 24 til 48 mánaðir í eini integratiónstíð.
Seinasta freist at læta inn umsókn til hetta útboðið er 8. mars 6. september 2011.
2. FP7-PEOPLE-2011-COFUND
Endamálið við hesum útboðnum, Cofunding of Regional, National and International Programs (COFUND) er at veita eyka fíggjarligan stuðul til nýggjar ella verandi nationalar fíggjarskipanir, sum stuðla eftirútbúgving og venjing av granskarum (research training and career development). Talan kann verða um nýggjar ella verandi altjóða skipanir.
Seinasta freist at læta inn umsókn til hetta útboðið er 17. februar 2011.
3. FP7-PEOPLE-2011-IRSES
Hetta útboðið, International Research Staff Exchange Scheme (IRSES), miðar eftir at styrkja granskingar felagsskapin við at økja um flytføri av starvsfólki og at fremja netverksvirksemi millum europeiskar granskingarstovnar og stovnar frá triðjalandum, sum ES hevur eina Science &Technology avtalu við.
Seinasta freist at læta inn umsókn til hetta útboðið er 17. mars 2011.
Les meir á síðuni hjá Granskingarráðnum. Tak niður, work programme, vegleiðingar og annað her.
Hevur tú hug at vita meir um júst tínar møguleikar í mun til Marie Curie, so kanst tú ringja til NCP-umboðið á Granskingarráðnum, John D. Olsen, á 567 802 ella við at senda ein teldupost til john[kurla]gransking.fo