Maria Húsgarð nýggjur NCP-samskipari
Granskingarráðið hevur sett Mariu Húsgarð í starv sum NCP-samskipara. Hon avloysir John D. Olsen, sum er farin í farloyvi, fyribils í eitt ár. Hon tekur við starvinum 1. desember 2013.
Maria Húsgarð er løgfrøðingur og hevur síðani 2002 starvast í Mentamálaráðnum. Av stórum verkætlanum, sum hon hevur arbeitt við, kunnu nevnast yvirtøkan av upphavsrættinum og fólkakirkjuni. Hon hevur annars arbeitt innan øll fakøki hjá Mentamálaráðnum og hevur luttikið í norðurlendskum og altjóða samstarvi. Maria Húsgarð hevur eisini arbeitt sum ferðaleiðari í Spania eitt skifti og hevur tikið ískoytisútbúgving innan fíggjarliga ráðgeving.
NCP-samskiparin er bindiliðið millum Føroyar og ES á granskingarsamstarvsøkinum. Á nýggjárinum verður farið undir nýtt 7 ára skeið undir heitinum Horizon 2020. Hetta avloysir skránna kallað FP7, sum Føroyar hava verið við í síðani 2010.