Vinnu ph.d..PNG
Skriva út
Lagt út: 23.08.2018

Málrættað ph.d.-útbúgving er gott amboð hjá vinnufyritøkum

Herfyri játtaði granskingarnevndin stuðul til tvær vinnu ph.d.-verkætlanir. Hetta var fyrstu ferð, at tað hevur verið møguligt at søkja stuðul í Føroyum, sum hevur verið oyramerktur til hetta slagið av gransking.

Íblásturin til skipanina kemur úr Danmark og Noregi, har royndirnar við slíkari skipan eru drúgvar og góðar.

Vinnu ph.d.-verkætlanir eru skipaðar eftir somu akademisku meginreglum sum aðrar ph.d.-verkætlanir og lúka somu fakligu krøv. Munurin er, at stórur partur av arbeiðinum fer fram í fyritøkuni saman við starvsfólki har. Hetta gevur ein ítøkiligan og málrættaðan vitanarvøkstur í vinnuni og hjá ph.d.-kandidatinum.

Kanningar vísa, at størsti parturin av vinnu ph.d.-kandidatunum fær starv í vinnuni eftir lokna útbúgving, fleiri enn 80%, meðan fyri aðrar ph.d.-kandidatar er talan um umleið ein triðing, sum fær arbeiðið í vinnuni. Fyritøkur, sum hava nógvar vinnu ph.d.-kandidatar í starvi, eru eittnú Novo Nordisk og Danfoss. Tað eru tó eisini smærri og heilt smáar fyritøkur, sum hava sæð virðið í hesum slagnum av starvsfólkum.

Innovationsfonden stuðlar yvir 100 verkætlanum um árið

Innovationsfonden skrivar í ársfrágreiðing síni fyri 2017, at skipanin er serliga væl umtókt hjá eini røð av størri granskingarhugaðum fyritøkum og í smáum og miðalstórum menningargrundaðum fyritøkum. Flestu vinnugranskingarverkætlanir eru á tekniska økinum, umleið 50%, síðani koma heilsuøkið og hug- og samfelagsvísindaøkini við umleið 20% hvør.

Tað er áður oyramerktur og játtaður stuðul til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, men í 2017 vóru ikki nóg nógvar skikkaðar umsóknir hiðani. Tað eru í løtuni tvær verkætlanir í gongd í Føroyum við stuðli frá Innovationsfonden og øðrum.

Á myndini omanfyri sæst talið á ph.d.-verkætlanunum í vinnuni og landafrøðiliga býti í eitt 15 ára skeið. Síðani 2002 eru talið á játtaðum verkætlanum árliga vaksið frá umleið 50 til umleið 120.

Tað eru eisini fleiri ph.d.-verkætlanir í vinnuni, sum vinnan, universitet og onnur fíggjað, so samlað er talið av vinnu ph.d. nakað hægri enn hetta. Tilsamans fingu 2.137 ph.d. prógv í Danmark í 2017.


Til ber at lesa meira um skipanirnar hjá Innovationsfonden til vinnugransking her 

Hagtøl um vinnu ph.d.skipanina síggjast her 

Les um játtanina hjá Granskingarnevndini til tvær føroyskar vinnu ph.d.-verkætlanir her