Málið hevur nógv at siga
Nær er eitt mál týdningarmikið í heimshøpi? Er tað tað elsta málið? Tað, sum verður tosað av flest fólkum? Ella hvat við tí málinum, sum hevur besta evni at náa øðrum fólkum, tá ið tað verður umsett?Í einari tvørfakligari granskingarverkætlan eru heimsmálini kannað og bólkað. Tað vísir seg, at nøkur mál í heiminum hava nú eina støðu sum ger, at fólk fødd í londum við ávísum málum og sum nýta hesi mál, hava størri sannlíkindi at skara framúr. Tvs. at ein, sum hevur enskt sum móðurmál, hevur størri kjans at gerast víðagitin, enn ein, sum nýtir eitt nógv minni mál. Boðskapurin er, at tosar ella skrivar tú á enskum, so vil heimurin hoyra teg. Tosar ella skrivar tú t.d. tamilmál ella portugiskiskt mál, so er verri at fáa boðskapin út.
Eitt netverk við málfrøðingum hevur kannað, hvussu og á hvørjum málum samskift verður og hvussu skrivligt tilfar verður umsett úr einum máli í annað. Granskararnir nýttu tríggjar upplýsingarkeldur: 2,2 milliónir umsettar bøkur á listanum hjá UNESCO, 382 milliónir viðmerkingar á síðunum hjá Wikipedia, har brúkara ofta ritstjórna fleiri málsligum útgávum, umframt 550 milliónir tweet hjá brúkarum, sum tweetaðu á fleiri málum.
Úrslitið higartil er eitt samvirki kort yvir nógvu av heimsmálunum. Kortið sæst á heimasíðuni hjá MIT netverkinum