Málið er javnstøða
Hóast helvtin av teimum, sum hava tikið ph.d í Evropa eru kvinnur, so eru einans 1 av 5 kvinnum í leiðandi akademiskum størvum, og bara 1 av 10 rektarum eru kvinnur.
Ein málsetningur í sambandi við evropeiska gransking er at bøta um ójavnan í kynsbýtinum og at geva kvinnum betri kor, m.a. fyri at fáa bestu úrtøkuna úr teirra gransking.
Ein evropeisk kanning vísir nevniliga, at lærdir háskúlar og granskingarstovnar eru langt frá at bjóða sínum kvinnuligu granskarum bestu møguleikarnar á teirra yrkisleið. Einans helvtin av teimum spurdu hava innført tiltøk fyri at gera arbeiðslívið hjá kvinnum betri, 30% loyva skiftum á yrkisleiðini og færri enn 20% hava átøk, sum stimbra kvinnum í teirra yrki.
Støðan er tó ymisk frá landi til land. Nøkur lond hava javnstøðu sum yvirskipað endamál á arbeiðsmarknaðinum og onnur hava lóggávu, sum ítøkiliga fevnir um kvinnuligar granskarar. Fleiri ES lond og ES kommissiónin hava sett í verk átøk, til tess at stuðla skúlagentum at fara yrkisleiðina sum granskari. Mett verður, at ein tilsøgn um javnstøðu kann vera týðandi fortreyt, um tey lesandi skulu hava góðan møguleika at náa teirra besta avriki, umframt tá ið atlit skulu takast til framtíðar krøvini um førleika.
ES stuðlar hesum átøkum m.a. gjøgnum útboðini í Horizon2020, men metir, at londini mugu taka eitt tak við, skal støðan bøtast. Tí verður heitt á londini í Evropa, um at seta í verk átøk, sum kunnu bøta um javnstøðuna á granskingarstovnum og í útboðum til granskarar.
Kelda: European Research Area