Mail ella teldupost? - Fokus á enska ávirkan
Hevur tú langa útbúgving, sigur tú helst "design" heldur enn "sniðskapan". Og hevur tú eina góða inntøku, eru sanlíkindini størri fyri at tú sendur mail heldur enn teldupost, sammett við ein sum tjenar lítið.
Ert tú úr Vágunum, kennir tú teg helst minni hóttan av enska málinum enn miðal føroyingurin. Tað vísa fyribilsúrslit í kanningini"Hugburður til nýmótans ensk tøkuorð og nýggjyrði í Føroyskum", sum Jógvan í Lon Jacobsen, adjunktur á Føroyamálsdeildini, í løtuni arbeiðir við.
- Kanningin skal geva eina mynd av, hvat fólk halda um ensku ávirkanina á føroyskt, greiðir Jógvan í Lon Jacobsen frá. Hann væntar at verða liðugur við arbeiðið einaferð næsta ár. Kanningin er liður í størri verkætlan, ið setur fokus á norðurlendsku málini í globaliseringini.
Vilja hava føroysk orð, men ...
Nýggjyrði merkir, at nýggj orð verða gjørd - møguliga úr gomlun orðum - at seta í staðin fyri ensku tøkuorðini. Og her eru føroyingar rættuliga samdir. 7 av hvørjum 10, sum spurd eru, ynskja, at føroysk orð verða smíðað fyri tey ensku. Men tá tað kemur til at nýta føroysku orðini, eru vit ikki øll eins røsk. Tí nógv av teimum spurdu nýta ensk orð so sum mail, bodygard ella design, í staðin fyri teldupost, lívverji ella sniðskapan.
Vágfólk anglofilast
Tey sum hava hægri útbúgving, eru meira avslappaði tá um ræður at nýta ensk orð. Tey siga oftari mail enn teldupost, og tað kan koma av, at tey í størri mun nýta enskt í sínum arbeiði.
Fleiri enn helvtin av teimum spurdu tosa, lesa og skriva sjáldan enskt, og tað eru serliga kvinnurnar sum gera lítið við enska málið. Vágarnar skilja seg burturúr sum tað økið, har tey tosa mest enskt í sambandi við arbeiði. Nærri fimta hvørt fólk í Vágunum tosar enskt fleiri ferðir um dagin.
Sum heild halda føroyingar tað ikki vera nakað gott hugskot at nýta enskt sum arbeiðsmál. Men í Vágunum taka heili 37,5% undir við hugskotinum at nýta enskt sum arbeiðsmál - tað eru so nógv fleiri enn alla aðrastaðni í Føroyum.
Skrivað hevur Bjørt Samuelsen