Magnus.jpg
Skriva út
Lagt út: 16.08.2018

Magnus Dahl vart ph.d. á Aarhus Universitet

Fríggjadagin 10. august vardi Magnus Dahl ph.d.-ritgerð sína um stýringsamboð í sambandi við fjarhita við Institut for Ingeniørvidenskab á Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast Production planning of energy systems – Cost and risk assessment for district heating.” Hon kann lesast sum e-bók her 

Talan er um eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum Magnus Dahl hevur fullført í samstarvi millum fyritøkuna AffaldVarme Aarhus og Aarhus Universitet. Ph.d.-verkætlanin er partur av verkætlanini READY, sum stendur fyri “Resource Efficient Cities Implementing Advanced Smart City Solutions”. Tað er verkætlan, sum aftur er partur av stórari altjóða verkætlan, stuðað av ES-granskingarsamstarvinum.

Gorm Bruun Andresen, lektari, frá Institut for Ingeniørvidenskab á Aarhus Universitet hevur verið høvuðsvegleiðari. Adam Brun, ph.d., frá AffaldVarme hevur verið vinnuvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:
Thomas Hamacher, professari á Department of Electrical andComputer Engineering, TUM
Christian Veje, professari á Center for Energy Informatics, SD
Søren Peder Madsen, lektari á Institut for Ingeniørvidenskab, Aarhus Universitet, formaður í nevndini

Verjan fríggjadagin gekk sera væl.

Metingarnevndin segði soleiðis um ritgerðina:

- Ritgerðin hevur eina framúrskarandi greining av fjarhitaskipanum og leggur nýggjar arbeiðshættir og úrslit fram, og er tí eitt sera virðismikið íkast til granskingina av orkuskipanum.

Um verkætlanina

Fjarhitaveitarar og tey, sum skipa framleiðsluna, standa ofta við avbjóðingum av óvissu, sum ávirka bæði stutt og langtíðar avgerðir. Framtíðar hitaframleiðslan má leggjast til rættis, hóast óvissu um veðrið og brúksmynstur hjá kundunum. Ein økt fatan um hesar óvissur kann gera tað lættari at leggja til rættis.

Í ph.d.-verkætlan síni hevur Magnus Dahl ment amboð, sum kunnu hjálpa við at handfara fíggjarligu vágarnar, sum standast av óneyvum veðurforsagnum og broytingum í brúkaraatferð við hjálp frá veðurfrøði og maskinlæring. Hann hevur við støði í einum longri tíðarskeiði kannað veðurtengda dynamikkin í árstíðarbundnari framleiðslustýring og hevur ment eina røð av reglum, sum gera tað møguligt at heysta flestu fíggjarligu fyrimunirnar við at steðga framleiðslueindum um summarið uttan at minka um veitingartrygdina. Harafturat hevur ein partur av verkætlanini verið at optimera avgerðir um íløgur í framtíðar fjarhitaskipanir og metingar av avleiðingunum av sveiggi í kostnaðinum av el, brenni og tøkniligum útreiðslum.

Granskingarúrslitini og vágastýringsamboðini, sum eru ment í verkætlanini, kunnu verða brúkt í nógvum størri fjarhitaskipanum kring heimin. Sum partur av verkætlanini er ein framkomin skipan til at gera forsagnir her og nú av hitanýtslubyrðuni sett í verk og er í rakstri hjá AffaldVarme í Aarhus.

Les meira um Magnus Dahl her 

Les um READY verkætlanina her

Ein almen grein um partar av arbeiðinum stendur at lesa í blaðnum Fjernvarmen nr. 1/2018

Mynd: Lars Kruse, Aarhus Universitet