Í farnu viku var Magni Mohr tilnevndur professari innan úrvalsfótbólt á Syddansk Universiteti. Talan er um parttíðarstarv afturat starvinum á Fróðskaparsetrinum.
Syddansk Universitet fegnast í tíðindaskrivi um, at gransking í úrvalsfótbólti á Syddansk Universitet nú verður styrkt við Magna Mohr atknýttum.
Hann verður lýstur sum ein altjóða viðurkendur granskari í arbeiðsfysiologi, sum hevur skrivað langt yvir hundrað vísindaligar greinar. Hann er millum heimsins leiðandi granskarar innan fótbólt og venjing av fótbóltsspælarum.
Magni Mohr granskar serliga í møði í vøddunum í sambandi við hart kropsligt arbeiði í sambandi við venjing av úrvalsfótbóltsleikarum og íðkarum av øðrum liðítróttum.
Magni Mohr hevur nógvar arbeiðsuppgávur í løtuni. Á Fróðskaparsetrinum er hann dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarrøktarvísindi og leiðari fyri Depilin fyri Heilsu- og Almmannagransking, umframt at hann undirvísir og granskar. Hann er eisini sera virkin formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Hann hevur arbeitt fyri altjóða kend fótbóltsfeløg bæði í italsku Serie A, ensku Premier League og sponslu La Liga. Í løtuni er hann fysiskur venjari og ’performance director’ fyri A-landsliðið hjá Kameroun, sum í løtuni roynir at koma við í African Cup of Nations.