Mælt verður til at savna fyrisiting av granskingarpuljum
Løgtingið viðger í løtuni uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd . Her verður mælt til at stovnsseta Sjúkrakassagrunn Føroya, sum millum annað skal hava til endamáls at stuðla gransking. Stovnsfæið í grunninum kemur frá ognunum hjá Sjúkrakøssunum, sum vóru avtiknir, tá Heilsutrygd varð stovnað.
Granskingarráðið hevur sent Løgtinginum skriv í sambandi við viðgerðina. Vit fegnast um, at ætlanin er at seta meira pening av til gransking innan heilsuøkið, tí vit vita av royndum, at tað eru nógvar spennandi ætlanir um verkætlanir og nógv áhugavert tilfar at kanna.
Í sama brævi hava vit boðið okkara fyrisiting fram antin at taka sær av allari fyrisitingini av tí partinum av peninginum, sum ætlanin er at seta av til gransking, ella í øðrum lagi at veita ráð og vegleiðing útfrá okkara royndum við fyrisiting av granskingarstuðli. Hetta gera vit, tí vit meta okkum hava neyðugu royndirnar og førleikarnar, og tí skuldi tað verið einfaldari at lagt hetta til okkara, heldur enn at ein nýggj fyrisiting skal byggjast upp. Hetta er eisini í tráð við samtyktirnar í granskingarpolitikkinum Vitan & Vøkstur, sum Vísindaráðið samtykti í fjør.
Brævið, sum er sent Fíggjarnevnd Løgtingsins og Heilsumálaráðnum kann lesast her.
Málið verður í løtuni viðgjørt av Fíggjarnevndini. Á fundi 23. februar varð avgjørt at biðja landsstýrimannin í Heilsumálum koma á fund um málið 1. mars.
Mælt verður til at leggja allar nýggjar granskingarpuljur til Granskingarráðið at fyrisita
Hetta er ikki fyrsta málið, har Granskingarráðið hevur boðið sína fyrisiting fram til at fyrisita nýggjar granskingarpuljur. Á vári 2011 varð nýggj lóg um Búnaðargrunnin samtykt, har peningur av festikontum er savnaður í eina pulju, sum kann brúkast til millum annað at stuðla gransking. Í hesum sambandi sendi Granskingarráðið Vinnunevnd Løgtingsins skriv, sum kann lesast her. Í hesum førinum vann uppskot okkara ikki frama.