Maðurin Umborð
Skriva út
Lagt út: 14.10.2022

Maðurin umborð og onnur (pá)trúgv um havið hjá oyggjabúgvum

Í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum SHIMA, sum er altjóða rit um gransking av oyggjasamfeløgum, er grein við heitinum Boat Spirits, Sea Monsters and Seal Women – Fishermen and hidden aquatic dangers in the Faroe Islands. Firouz Gaini, professari í antropologi, hevur skrivað greinina, ið frítt kann lesast her

Í úrtakinum stendur millum annað:

Hendan greinin viðger sjósøgur úr Føroyum við serligum denti á søgurnar um mannin umborð, ein anda, ið heldur til umborð á fiskiskipum. Endamálið við greinini er at kanna og greina mentanarligu umboðanirnar av sambandinum millum hav og land í Føroyum í dag. Við støði í kritiskari hugsan og greining verður spurt, hvørja støðu og hvønn leiklut sjósøgur og fólkaminni hava í samfelagnum í dag – til dømis í mun til kjak um havið, oyggjarnar og framtíðina. Maðurin umborð, kópakonan og hini hinumegin eru ikki horvin í søguni, men fáa nýggjar týdningar í nýggjum samanhangum. Tey geva fólki ímyndir um, hvat ið er undir vatnskorpuni og handan havið vit kenna. Sostatt er maðurin umborð eisini ein mynd av vandum í lívinum hjá oyggjabúgvum í einum globaliseraðum heimi.

Mynd: Tilvildarlig mynd av línuskipi.