Lýsing eftir uppskotum til limir í Ráð fyri gransking, menning og nýskapan
Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir uppskotum um limir í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, í sambandi við at ráðið fyri fyrstu ferð verður sett.
Um tú hevur uppskot um limir, kanst tú senda tey til Uttanríkis- og mentamálaráðið í seinasta lagi 1. november 2021.
Um Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Endamálið við ráðnum er at ráðgeva Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan, og um, hvussu hesi kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum.
Ráðslimir skulu tilsamans umboða vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt. Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni.
Krøv til uppskot um ráðslimir
Tann, sum sendir inn uppskot um ráðslim, nýtist ikki at kenna CV ella leggja við aðrar umfatandi upplýsingar um persónin í uppskoti. Heldur ikki er neyðugt at fráboða viðkomandi um, at viðkomandi er í uppskoti. Hetta eru viðurskifti, sum stjórnarráðið tekur sær av í viðgerðini av innkomnum uppskotum.
Uppskotið skal lýsa, hví mett verður, at viðkomandi er skikkaður sum limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, og verða grundað á fakligar førleikar, viðkomandi royndir og persónligar eginleikar hjá viðkomandi.
Uppskot kunnu fevna um onnur, men til ber eisini at skjóta seg sjálvan upp sum lim í ráðnum.
Viðgerðin
Sambært kunngerð tilnevnir landsstýrismaðurin ein formann og seks ráðslimir eftir tilmæli frá trímannanevnd, sum viðger øll innkomnu uppskotini.
Nevndin skal í viðgerðini leggja dent á fakligar førleikar, viðkomandi royndir og persónligar eginleikar hjá viðkomandi. Royndirnar kunnu verða frá gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt, innanlands sum uttanlands.
Setanarskeið
Ráðslimir verða tilnevndir fyri fýra ár í senn, og kunnu í mesta lagi tilnevnast tvey skeið á rað. Av tí, at hetta er fyrstu ferð, at ráðið verður sett, verða fýra limir tilnevndir fyri fýra ár, og tríggir limir tilnevndir fyri tvey ár.
Uppskot skulu sendast til: ummr@ummr.fo
Freist: 1. november 2021.
Heimild
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan verður sett sambært kunngerð nr. 84 frá 25. mai 2021 um tilnevning av limum í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, við heimild í løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan.