Lýsing eftir fyrilestrum á ráðstevnuni Frændafundi 7
Dagarnar 21.-22. august 2010 heldur granskingarsamstarvið millum Hugvísindadeild Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Norrøna húsið ráðstevnu í Reykjavík, sum ber heitið Frændafundur 7.
Fyrsta ráðstevnan av hesum slag varð hildin í Reykjavík í 1992. Ráðstevnurnar hava síðan verið hildnar triðja hvørt ár, aðruhvørja ferð í Reykjavík og Tórshavn.
Avgjørt er, at hildnir verða átjan fyrilestrar á Frændafundi 7, níggju fyrilestrar úr hvørjum landi. Fyrilestrarnir skulu verða hildnir á føroyskum ella íslendskum. Tólv fyrilestrar eru umbidnir. Harumframt verða tríggir fyrilestrar settir á skránna, sum føroyskir granskarar halda, og tríggir aðrir, sum íslendskir granskarar halda. Evni í hesum fyrilestrunum skal vera samskifti ímillum føroyingar og íslendingar ígjøgnum tíðina ella samanburður ímillum vald føroysk og íslendsk viðurskifti tey síðstu áratíggjuni. Í aðrar mátar er evnið sjálvvalt.
Uppskot um evni at halda fyrilestur um á Frændafundi 7 skal sendast forkvinnuni fyri Íslandsnevndini á Fróðskaparsetri Føroya Turið Sigurðardóttur á teldupostadressu: turids@setur.fo í seinasta lagi 31. mars. Saman við fyrilestraruppskoti skal vera ein evnislýsing, sum í mesta lagi skal vera 200 orð. Tey, sum senda fyrilestraruppskot, fáa svar í seinasta lagi 20. apríl.
Nærri upplýsingar fáast hjá Turið Sigurðardóttur (turids@setur.fo) ella hjá Anfinni Johansen nevndarlimi (anfinnurj@setur.fo).
Íslandsnevnd Fróðskaparseturs Føroya