Lundin fitnar upp til 30 prosent um veturin
Jens-Kjeld Jensen hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um kanningar av lundum.
Greinin kallast: “Fit is fat: winter body mass of Atlantic Puffins Fratercula arctica” og er útgivin í tíðarritinum Bird Study. Høvundarnir eru Tycho Anker-Nilssen, Jens-Kjeld Jensen og Michael P. Harris
Granskararnir hava mátað og samanborið kropsmassan hjá lundum á sumri og vetri. Um summarið, tá teir hava pisur, eru lundarnir í Skotlandi og Noregi. Um veturin búleikast teir við Føroyar. Teir mátaðu veingjalongd og kropsmassa.
Mátingarnar vóru brúktar til at gera metingar av árstíðarbroytingini í kropsmassa. Í miðal økja lundarnir í Skotlandi og Noregi kropsmassan við 20-30% frá pisutíðini til veturin.
Úrslitini eru fyrst metingin av, hvussu fuglarnir broytast eftir árstíðini. Les allan samandráttin her. Sjálv greinin krevur hald.
Mynd: (c) Marita Gullklett og Jens-Kjeld Jensen